Tvey HM-met til Sveis

Hóast sveisiska landsliðið vónbrotnir máttu fara heim, tá teir taptu brotssparkskapping fyri Spania, so høvdu teir tó tvey met við sær í viðførinum.
Fyrst og fremst, so er Sveis fyrsta landið, sum er farið úr einum HM-endaspælið uttan at eitt tað einasta mál er skotið móti teimum. Hartil setti Sveis eisini met í brotssparkskappingini móti Ukraina. Sveis er nevnliga einasta landið, sum ikki hevur skorað í eini brotssparkskapping í HM, so tað metið var kanska minni imponerandi.