Tvey øki í landinum verða serliga hart rakt

Hetta vísir bara, hvussu illa Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen hava fyrireikað seg

Verður ætlanin hjá samgonguni um at lækka skattin hjá fyritíðarpensjónistum,  sett i verk soleiðis sum hon nú liggur í kortunum, verða tað serliga tvey øki í landinum, sum verða hart rakt.

 

Tað vísa útrokningar hjá Kommunufelagnum. Hinvegin hevur samgongan ongar útrokningar fyri, hvørjar fíggjarligar avleiðingar hetta fer at fáa. Men í Kommunufelagnum halda tey, at hetta vísir bara hvussu illa Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen hava fyrireikað málið, áðrenn tey hava lagt tað fram.

 

Samgongan hevur sett sær fyri at geva fyritíðarpensjónistum 1000 krónur meiri um mánaðin at liva fyri.

 

Hetta verður gjørt við at gera grundupphæddina hjá fyritíðarpensjónistum skattafría og tað fer at kosta kommununum kring landið 25,3 milliónir krónur í mistum skattainntøkum. Landið missur 12,5 milliónir krónur í mistum inntøkum.

 

Men fyritíðarpensjónistar fáa eisini eina viðbót, og nú grundarupphæddin verður skattafrí, ber til at lækka viðbótina og tað fer at spara landskassanum 21,9 milliónir krónur.

 

– Sostatt fer hetta at geva landskassanum 9,4 milliónir meiri í inntøku, samstundis sum at tað fer at kosta kommununum 25,3 milliónir krónur í mistum skattainntøkum.
 

Men Kommunufelagið sigur, at nú hava tey gjørt tær útrokningar, samgongan ikki gjørdi og tær útrokningarnar vísa, at tilsamans eru 1.653 fyritíðarpensjónistar í Føroyum. 

 

Í miðal eru 3,3 prosent av føroyingum fyritíðarpensjónistar. Men tað er stórur munur á, hvussu nógvir fyritíðarpensjónistar eru í teimum ymsu pørtunum í landinum.

 

Í Sandoy eru flest fyritíðarpensónistar, tí 5,7 prosent av sandoyingum eru fyritíðarpensjónistar. Og beint í hølunum á teimum, koma suðoyroyingar, tí 5,6 prosent av suðuroyingum eru fyritíðarpensjónistar. Í Suðuroy og Sandoy talið á fyritíðarpensjónistum sostatt langt yvir miðal. Talið er eisini yvir miðal í Norðoyggjum, har 3,9 prosent av fólkinum eru fyritíðarpensjónistar, og í Vágum, har 3,6 prosent av fólkinum eru fyritíðarpensjónistar.

 

 

Onnur øki í landinum liggja væl undir miðal, tí har eru væl færri fyritíðarpensjónistar. Í Havn eru 2,7 prosent av fólkinum fyritíðarpensjónstar og í Eysturoy eru teir 2,8 prosent av fólkinum. Í Norðstreymoy eru 2,9 prosent av fólkinum fyritíðarpensjónistar.

 

Kommunufelagið sigur, at hesin ójavnin ger, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu tey ymsu økini verða rakt av hesi ætlanini hjá samgonguni.

 

Talvan vísir, hvussu nógv, hetta fer at kosta hvørjum øki í landinum í mistum skattakrónum:

 

Norðoyggjar: 3,61 milliónir

Eysturoy: 4,55 milliónir

Vágar: 1,74 milliónir

Norðurstreymoy: 1,55 milliónir

Tórshavn: 8,79 milliónir

Sandoy: 1,13 millión

Suðuroy: 3,93 milliónir

 

Sostatt sæst at ætlanin hjá samgonguni fer at kosta Havnini 8,79 milliónir, hon fer at kosta Eysturoy 4,55 milliónir og í Suðuroy fer hetta at kosta kommununum 3,93 milliónir krónur í skattainntøku.

 

Men tá ið hugt verður eftir, hvussu nógv hetta fer at kosta teimum ymsu økjunum fyri hvørt fólk, verður tað skorið út í papp, hvussu stórur munur er á teimum ymsu økjunum í landinum.

 

Her sæst, hvussu nógv hetta fer at kosta hvørjum øki sær fyri hvørt fólk:

Norðoyggjar: 603 krónur

Eysturoy: 436 krónur

Vágar: 553 krónur

Norðurstreymoy: 441 krónur

Tórshavn: 421 krónur

Sandoy: 880 krónur

Suðuroy: 853 krónur

 

Her sæst, at tað sostatt kostar ætlanin hjá samgonguni 880 krónur fyri hvønn sandoying og 853 krónur fyri hvønn suðuroying. Hinvegin kostar tað 421 krónur fyri hvørt havnarfólk og 441 krónur fyri hvøn norðstreymoying.  

 

Løgmaður hevur sagt í KvF, at tað var ongantíð ætlanin, at kommunurnar skuldu fáa útreiðslur av hesum og nú verða samráðingar ímillum samgonguna og kommunurnar um málið.