Tvey løgreglufólk skotin í Keypmannahavn

Brotsmaðurin er nú eisini skotin og er innlagdur á sjúkrahús

Í gjárkvøldið vóru tvey løgreglufólk og ein sivilur maður skotin, tá løgreglan royndi at handtaka ein rúsevnisseljara í Christiania í Keypmannahavn. Brádliga trakk maðurin eitt vápn fram og skeyt trý fólk. Eini løgreglumaðurin varð raktur í høvdið og støðan hjá honum er enn hættislig. Hini bæði, ein løgreglumaður og ein annar maður, vóru eisini raktir av skotum, men eru ikki álvarsliga særdir.

 

Maðurin slapp sær til rýmingar og í alla nátt hava stór lið av løgreglufólkum leitað eftir honum. Í morgun var hann funnin í eini íbúð í Kastrup. Tá løgreglan rópti eftir honum, royndi hann at sleppa sær til rýmingar. Maðurin var enn vápnaður, og løgreglan skeyt tí eftir honum. Okkurt av skotunum rakti og maðurin er nú handtikin og innlagdur á sjúkrahús. Støðan hjá honum er eisini hættislig.