Tvey Norwegian flogfør noyddust at millumlenda

Í øðrum førinum var tað eitt ólátað ferðafólk, og í hinum førinum hevði flogfarið trýsttrupulleikar, so iltmaskurnar duttu undan loftinum

Tvey flogfør hjá Norwegian noyddust í kvøld at avbróta túrarnar.

 

Annað flogfarið hevði trýsttrupulleikar og umborð í hinum flogfarinum var eitt ferðafólk, sum ikki dugdi at uppføra seg millum onnur ferðandi.

 

Ólátaða ferðafólkið var í flogfarinum á veg av Gran Kanaria til Oslo, og hetta flogfarið noyddist at mllumlenda í Malaga í Suðurspania.

 

Her stóð løgreglan fyri ólátaða ferðafólkinum.

 

- Vit noyddust rætt og slætt at millumlenda, tí vit kundu ikki bjóða øðrum ferðandi hesar umstøður, sigur talsfólk fyri Norwegian við Verdens Gang.

 

Fyrr í kvøld noyddist eitt annað flogfar hjá Norwegian, sum var á veg av Rhodos til Stavanger, at millumlenda í Athen, eftir at trýstsensorar útloystu iltmaskurnar undir loftinum. 

 

Tui, ið leigar flogfarið, sum lendi í Athen, sigur, at eitt annað Norwegian-flogfar varð sent avstað at flyta ferðafólkini heim til Noregs.