Í dag eru tvey ár, síðani uppreisturin ímóti sýriska forsetanum, Hafez al-Assad, og stýri hansara byrjaði.
Tað var tann 15. mars í 2011, at fólk í túsundatali fóru út á gøturnar í bygdum og býum um alt Sýrialand og kravdu politiskar nýskipanir, og á Facebook og øðrum sosialum miðslum hava uppreistrarmenninir biðið almenningin fara út á gøturnar á tvey ára degnum fyri at leggja áherslu á kravið.
Mett verður, at meiri enn 70.000 fólk hava latið lív, síðani uppreisturin byrjaði, og at meiri enn ein millión fólk eru flýdd frá húsi og heimi.
Í gjár segði franski forsetin, Francois Hollande, at tað er ikki líkt til, at stýrið í Damaskus fer at slaka fyri politiskum trýsti uttaneftir, og at Frakland og Bretland tí eru fyri at gera tað lættari hjá uppreistrarmonnunum at fáa fatur á vápnum.