Fríggjadagin boðaði altjóða súkklusambandið frá, at tey nú fara undir discipliner-mál móti danska Michael Rasmussen, sum ikki heilt hevði greiðu á, um hann var í Mexico ella Italia, tá hann vandi upp til stóru Tour de France súkklukappingina. UCI ákærir Rasmussen fyri brot á fleiri paragraffir av súkklulógini, og kann revsingin verða upp til tvey ára bann frá ítróttini.