Nú er umleið eitt ár eftir, inntil fyrsta klippið í føroyskt koyrikort fellur burtur aftur. Í gjár, 3. januar, vóru tvey ár síðan tað fyrsta klippið varð givið í eitt føroyskt koyrikort.
Tað var tann 1. januar 2008 at klippskipanin kom í gildi í Føroyum, og tann 3. januar 2008 varð tað fyrsta klippið givið. Sambært lógini eru klipp galdandi í 3 ár, áðrenn tey fella burtur aftur - væl at merkja um viðkomandi ikki fær fleiri klipp innan ta tíð og missir rættindi at koyra.
Í 2008 vóru, sambært yvirlitinum hjá Akstovuni, 309 klipp givin. Hetta er góð 0,85 klipp um dagin - ella 5 klipp fyri hvørjar 6 dagar.
213 menn og 93 kvinnur fingu klipp í 2008, tey allarflestu, 115 í tali, fyri at koyra ov skjótt í óbygdum øki. Næstmest klipp, 63 í tali, vóru givin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Ongum at siga vóru tað flest mannfólk, sum fingu klipp fyri at koyra ov skjótt, ávikavíst 87 av 115 og 50 av 63.
Triðflest klipp vóru givin fyri ikki at hava ferðandi undir 15 ár í rættari trygdarútgerð, og vóru tað serliga konufólkini, ið vóru syndararnir her. 36 av 53 klippum vóru givin til konufólk fyri hetta brot.
Av øðrum tingum kunnu nevnast, at í 2008 vóru tvey klipp givin fyri ikki at halda frástøðuna - umframt at fýra klipp av hesum slag vóru skrásett í samband við ferðsluóhapp, 1 klipp varð givið fyri at yvirhála við fótgangarateig og 7 klipp vóru givin fyri at koyra fyri reytt.
Tilsamans var talan um 309 klipp, sum vóru givin í 2008.