Tvey silvur í NM-talvi

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir silvurmerki, tá NM í talvi fyri ungdómar varð hildi í Tjele á Jútlandi

Talv

 

Kappingin er skipað í 5 aldursbólkum. Telvað vórðu 6 umfør.

Føroyar vann silvur í U20 bólkinum, har Helgi Dam Ziska, úr Tórshavn, endaði ájavnur Gudmundi Kjartanssyni úr Íslandi við 4½ stigi. Tíverri vóru mótstøðustigini hjá Helga eitt vet verri enn hjá Kjartani og tískil gjørdist talan um 2. pláss og silvur. Enn ein sera góð kapping hjá 17 ára gamla IM Helga Dam Ziska, sum 3. árið uppí slag vinnur heiðursmerki við NM: 2006 (gull), 2007 (bronsa) og í 2008 (silvur).

Eisini í yngsta U10 bólkinum bragdaði av álvara, tá 10 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, vann silvur við 5 stigum av 6 møguligum. Egor Norlin úr Svøríki vann gull ½ stig fremri. Ein sera góð kapping hjá Høgna og tað er sera sjáldan, at NM-gull ikki spyrst burturúr, tá telvari megnar at fáa 5 stig í kappingini. Hetta er føroyskt met.

Samstundis skrivaðu Helgi og Høgni søgu, tí tað hevur ikki eydnast Føroyum áður at vinna silvurheiðursmerki. At vinna 2 í somu kapping er einastandandi væl klárað og ber boð um, at vit eru á rættari leið - ikki minst tá samanborið verður við avmarkaða tilfeingi okkara í mun til hini norðurlondini. T.d. vann Danmark onki heiðursmerki hesuferð.

 

Fakta

Føroysku úrslitini

Bólkur Telvari Stig

U20 IM Helgi Dam Ziska 4,5

U20 Rógvi Dragaberg 1,5

U16 Rógvi Egilstoft Nielsen 2,5

U16 Hjalti Toftum Jógvansson 2,0

U14 Rúni Vørmadal 0,5

U14 Pætur Poulsen 0,5

U12 Einar Gregersen 1,5

U12 Heðin Gregersen 2,5

U10 Høgni Egilstoft Nielsen 5,0

U10 Sjúrður Olsen 1,5