Tvey stig til StÍF

Strandakvinnur tryggjaðu sær fríggjadagin tvey stig, tá ið tær høvdu vitjan av grannunum hinumegin fjørðin, Tjaldur, men liðið úr Runavík royndist væl drúgvari, enn tær hava gjørt í flestu av dystunum í ár.
Tað er ein styrkur fyri StÍF, at kviki og royndi vongspælarin Beinta Joensen er komin aftur í barndómsfelagið eftir at hava roynt seg í Stjørnuni ein part av hesum kappingarárinum.
Tað var tó ikki nóg mikið til, at Tjaldur fríggjadagin fekk ognað sær síni fyrstu stig á árinum, tí til tað var StÍF ov sterkt.
Strandakvinnur vunnu dystin trygt 36-24, eftir at tær høvdu verið á odda við tíggju málum í steðginum.

StÍF-Tjaldur 36-24(16-8)
StÍF: Poula Olsen 10, Súnfríð B. Jacobsen 10(4), Malan Petersen 8, Paula Høgnesen 4, Rebekka Justinussen 3, Rósa Johansen 1
Tjaldur: Beinta Joensen 9(2), Hanna Isaksen 5, Mary-Ann Isaksen 4, Sonja Gleðisheygg 2, Heidi Sevdal 2, Kristine Ellingsgaard 2
Brotskøst: StÍF 5(4), Tjaldur 2(2)
Ùtvísingar: StÍF 1, Tjaldur 1
Dómarar: Heri Petersen og Brandur Johansen