Tvey tølini góð hjá vágbingum

Bátar hjá vágbingum vunnu á Jóansøku í Vági fyri 10, 20 og 30 árum síðani, og nú vóna teir á Suðuroyingi, at tað fyri fyrstu ferð í 30 ár skal eydnast báti úr Suðuroy at vinna kappingina millum 10-mannaførini á Vágsfirði

Fjórði FM kappróðurin verður á Jóansøku í Vági í morgin. Flestu bátarnir norðanfjørðs fara suður fyrrapartin í morgin, tá ið teir hava fyrsta rætt umborð á Smyrli.
Onkrir bátar eru longu farnir suður. Eitt nú 10-mannafarið Klaks­víkingur, sum skuldi fara suður á middegi í dag. Klaksvíkingur og eisini onkrir aðrir bátar hava á stevnunum, sum higartil hava verið, vant á kappingarøkjunum undan sjálvum kappróðrinum, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð.
Felags fyri Jóansøkuna í Vági og hinir tríggjar róðrarnar, sum skulu rógvast aftrat í summar, er, at tað bara verður kappast á 1000 metrum. Umframt í Vági er tað í Vestmanna, í Sandavági og á Ólavsøku.
At tað ikki verður kappast á 1500 og 2000 metrum ber við sær, at 6-mannaførini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini leggja eitt sindur øðrvísi til rættis, enn tey hava gjørt tað í undanfarnu róðrum. Miðróðurin verður væl styttri, enn hann hevur verið, og tað kann væl hugsast, at onkrir fara undir endaspurtin uppaftur fyrri, enn teir higartil hava gjørt.
Í kappingini millum 10-manna­førini verður sagt, at tað á 2000 metra teininum verða tikin 400 tøk. Tá ið tað verður kappast á 1000 metrum kundi hugsast, at tøkini vóru 200, men hjá summum verða tey fleiri enn so.
Á undanfarnu stevnum hevur tað – serliga í stóru kappingini millum 10-mannaførini – verið soleiðis, at onkrir bátar eru farnir undir endaspurtin longu, tá ið tað hava verið 250 og kanska 300 metrar á mál.
Tað hevur broytt støðuna fram ímóti málinum, men so hevur Klaksvíkingur svarað aftur, tá ið 150 metrar ella 30 tøk hava verið eftir, og tað hevur verið nóg mikið at vinna allar tríggjar róðrarnar.
Stóri spurningurin í morgin verður, um tað hesa ferð skal eydn­ast Vestmenningi, sum sein­ast var so ógvuliga tætt við, ella Suður­oy­ingi, sum rør í heimasjógvi, at basa Klaksvíkingi, sum nú hevur vunnið tíggju FM róðrar á rað – tríggjar í ár og allar sjey í fjør.
Tað er ikki hvønndags kostur, at kappróðrarbátar úr Vági vinna á Jóansøku, og sannlíkindi fyri, at tað skal eydnast hesa ferð eru ikki so stór. Men avrikini í trimum teimum fyrstu kappingunum kundu bent á, at tað er møguleiki fyri, at Suður­oy­ngur, sum vágbingar manna saman við tvøramonnum og øðrum suður­oyingum, skal bjóða seg fram á stutta teininum.
Tað eru liðin snøgg tredivu ár, síðani tað seinast eydnaðist Vág­bingi at vinna í heimasjógvi. Tað var í 1982. Í 1992 vann 6-mannafarið Smyril á Jóansøku í Vági bæði kapp­ingina millum mannfólkini og konu­fólkini, og í 2002 vann Smyril kapp­ingina millum 6-mannaførini við monnum.
Dreingirnir umborð á Royndini Fríðu vunnu fyri tveimum árum síðani í Vági og eisini í 1994.

- - -

Barnaróður dreingir
1 Junkarin 21
2 Fípan Fagra 18
3 Pílur 14
4 Jomfrúgvin 12

Barnaróður gentur
1 Jallurin 21
2 Hulda 17
3 Royndin Fríða 14
4 Teisti 14

5 mannafør dreingir
1 Jallurin 21
2 Drekin 17
3 Teistin 15
4 Havfrúgvin 11

6 mannafør kvinnur
1 Páll Fangi 21
2 Hvessingur 18
3 Rádni 15

5 mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir 20
2 Hvassi 19
3 Blikur 14
4 Sílið 12

5 mannafør kvinnur
1 Havfrúgvin 21
2 Blikur 18
3 Firvaldur 15
4 Strípan 12

6 mannafør menn
1 Lómur 21
2 Riddarin 17
3 Skúgvur 16
4 Sundabáturin 4

8 mannafør
1 Miðvingur 21
2 Argjabáturin 18
3 Gullbrandur 15
4 Heiðabáturin 4

10 mannafør
1 Klaksvíkingur 21
2 Vestmenningur 17
3 Suðuroyingur 16
4 Havnarbáturin 12