Tá aðalfundurin hjá FSF var liðugur fingu feløgini eitt uppskot til kappingarskipan fyri tríggjar tær ovastu deildirnar á mannfólkasíðuni og fyri 1. deild hjá kvinnunum. Uppskotið varð býtt út til feløgini at gera viðmerkingar til. Hetta verður gjørt fyri at geva feløgunum møguleikar til at gera viðmerkingar og rættingar, um okkurt er komið skeivt fyri. Soleiðis sum vit hava skilt tað, so skulu góðar grundgevingar til fyri at broyta uppskotið.
Sambært uppskotinum verður fyrsta umfarið avgreitt sjálvan flaggdagin, sum er sunnudagin 25. apríl. Tá skulu HB og VB spæla í Gundadali, GÍ og B71 í Gøtu, KÍ og B68 í Klaksvík, NSÍ og ÍF í Runavík og Sumba og B36 á Krossinum í Sumba.
Síðsta umfarið undan summarsteðginum ætlast at verða avgreitt 27. juni, og átjanda og síðsta umfarið verður spælt leygardagin 2. oktober. Tá skal B68 inn til Gøtu, Sumba skal til Vágs, HB fær vitjan av B71, ÍF skal til Klaksvíkar og NSÍ fær vitjan av B36.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at tey bæði liðini, sum í fjør endaðu á teimum báðum ovastu plássunum ? HB og KÍ ? hava heimadyst í síðsta umfari. KÍ og HB skulu sambært skránni hittast í Klaksvík í triðja umfari, sum verður 9. mai og aftur í Gundadali í tólvta umfari, sum verður 15. august.
Fyrsta umfar í 2. deild verður 1. mai. Tá fær HB vitjan av NSÍ, GÍ skal til Hvalbiar, TB til Eiðis, Skála skal til Leirvíkar, og FS Vágar fær vitjan av KÍ.
Í síðsta umfarinum, sum verður 25. september, skal FS Vágar til Runavíkar, GÍ skal í Gundadal móti HB, TB skal til Hvalbiar, EB/Streymur fær vitjan av Skála, og KÍ skal til Leirvíkar.
Í 3. deild verður í høvuðsheitinum spælt á somu støðum sum í 1. deild. Bara tvey feløg eru umboðað í 3. deild og ikki í 1. deild. Tey eru TB og FS Vágar.