Kommunustýrið í Vága kommunu skal seinni í mánaðinum taka støðu til tvey uppskot um nýggjan kirkjugarð í Sandavági.
Annað uppskotið er frá E. M. Ráðgeving um at gera ein nýggjan kirkjugarð í líðini úti á Bakka. Hitt uppskotið er frá Westtech um at víðka verandi kirkjugarð.
Uppskotið hjá E. M. Ráðgeving hevur pláss fyri okkurt um 500 gravum og 45 p-plássum í tilknýti til kirkjugarðin.
Kirkjugarðurin skal byggjast í fleiri hæddum upp eftir líðini úti á Bakka.
Uppskotið hjá Westtech hevur pláss fyri 340 gravum og 22 p-plássum. Hesin kirkjugarðurin skal liggja sum ein hálvsirkul framman fyri høvuðsinngongdina á kirkjuna, inn móti bygdini.
Fyri at kirkjugarðurin ikki skal koma ov nær nærmastu húsunum, verða p-pláss og portur skorin inn í hálvsirkulin.
Uppskotini síggjast á heimasíðuni hjá Vága kommunu.