Tvey uppskot um hvar tjóðleikhúsið kann verða bygt

– Tað má bara ikki henda, at tað verður bygt á Bursatanga, heldur býráðslimur og løgtingslimur

Ætlanin at byggja tjóðleikhúsið er á Bursatanga, má ikki verða veruleiki, heldur løgtingslimur og býráðslimur í Havn

##med2##

 

Tað má ikki henda, at ætlaða tjóðleikhúsið verður bygt á Bursatanga í Havn. Tað segði Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og býráðslimur í Havn, í Løgtinginum hendan dagin. Og í dag endirtók hon stað sama í tíðindunum á útvarpsstøðini, FM1. Hon vísir á, at Tórshavnar Havn hevur brúkt hundraðtals milliónir upp á at byggja havnarlagið út, so tað má ikki henda, at havnarlagið verður tikið til endamál, sum ikki eru vinnulig endamál, og sum sostatt ikki kasta nakra inntøku av sær.

 

Hon vísir eisini á, at tjóðleikhúsið stendur ikki einsamalt, tí tað krevur eisini parkeringspláss, sum eisini krevur nógv pláss.

 

Kortini er Annika Olsen samd í, at Tjóðleikhúsið skal vera í Havn og hon er eisini samd í, at tað skal vera beint við miðbýin, so at talan kann verða um eitt samanspæl ímillum tjóðleikhúsið, matstovur og onnur tilboð í miðbýnum.

 

Men hon  staðfestir samstundis, at tað er ikki Føroya Løgting, sum hevur ræðisrættin yvir Bursatanga, men Tórshavnar Býráð, so tað verður býráðið, sum hevur evstu avgerðina, hvar í Havnini, eitt tjóðleikhús skal verða.

 

Annika Olsen hevur tvey onnur uppskot um, hvar tjóðleikhúsið kann vera. Trýst á pílin undir myndini og hoyr hana greiða frá, og hvar hon heldur, at tjóðleikhúsið skal vera.

 

Ætlanin at byggja tjóðleikhúsið er á Bursatanga, má ikki verða veruleiki, heldur løgtingslimur og býráðslimur í Havn