Nú tað stundar til val, eru vit sjálvsagt ósamd um ymisk viðurskifti, og har er Tvøroyri ikki ólíkt øðrum støðum. Runt um í Føroyum eru fólk so sanniliga eisini ósamd, men vit hoyra og síggja bara ikki so nógv til tað.
Sum ein av persónunum, ið á netinum, hevur verið nevnd sum ein av høvuðsorsøkunum til núverandi klandur, føli eg meg noydda at siga míni hugsan um orsøkina til ósemjuna, vælvitandi, at onnur ikki tulka støðuna eins og eg, men hetta eru so søgan úr mínum sjónarhorni.
Nógv fólk hava spurt, gitt og illgitt um, hvat hendi á og eftir 3. uppstillingarfund hjá Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, sum gjørdi, at Kristin Michelsen, borgarstjóri og tá eitt av nøvnunum á uppstillingarlistanum, rýmdi av fundinum og seinni, sum kunnugt, stovnaði sín egna lista.
Eg skal ikki vaska hendur og má viðganga, at eg kanska ikki havi handfarið hetta rætt, men tað royni eg so at bøta upp á nú.
Eg var uppstillað saman við Kristin Michelsen í 2008 og havi sostatt sitið 4 ár í býráðnum saman við honum, har Kristin, Pauli, Jens og eg vóru í samgongu saman. Men tað, sum eg helt vera eina SAMGONGU, var alt annað enn tað!!
Eg bleiv varaborgarstjóri, men eg varð ikki kunnað ella spurd um NAKAÐ sum helst í dagliga politiska arbeiðnum í býráðnum. Eg spurdi og spurdi og royndi mítt besta at kunna meg um ymiskt, men ofta føldi eg tað, sum rendi eg meg ímóti einum múri. Ongin kunning var til mín. Onkur hissini fundur var millum samgongulimirnar hesi fýra árini.
Eisini undan stórum atkvøðugreiðslum – sum t.d. tá Varðin Pelagic skuldi byggja – fekk eg onki at vita. Eg føldi meg noydda at siga, at um eg ikki fekk nøktandi kunning og innlit í skjølini, so atkvøddi eg ikki fyri. Hetta var dagin fyri atkvøðugreiðsluna, hóast tað stendur í kommunustýrislógini, at kommunustýrislimir skulu hava 14 daga-freist at seta seg inn í málini.
Eg kendi tað, sum onki æt felags avgerðir. Hetta kom kanska best til sjóndar í málinum um sambýlið, ið – sum kunnugt – fór í luftina, og meirilutin avgjørdi ikki at byggja tað uppaftur, tí vit vórðu kunnað um, at tað var ótíðarhóskandi og best var at byggja nýtt. Knappliga fekk pípan tó eitt heilt annað ljóð. Borgarstjórin tók ta avgerð, at kommunan ikki skuldi byggja sambýlið – tað var ein landsuppgáva. Handfaringin av hesum málinum – øllum sum tað er – er sera óvirðilig. Serliga tá ein meirilutaavgerð fyrst hevði samtykt, at kommunan skuldi byggja nýtt sambýli fyri peningin, vit fingu frá tryggingini.
Soleiðis upplivdi eg ferð eftir ferð tey fýra árini – ongin vilji at vera eitt TEAM.
Eg royndi at vísa á ymiskt, ið eg helt ikki var nóg gott. Tó føldi eg als ikki, at mín áskoðan hevði nakað virði – eg skuldi bara atkvøða “rætt”.
Eftir kommunuvalið 2012 hevði eg avgjørt, at eg ikki vildi peika á Kristin sum borgarstjóra, men eg kom at standa einsamøll og valdi tí at peika á hann fyri kortini at royna at fáa onkra ávirkan. Áðrenn
hevði eg tó sagt mína hugsan um arbeiðsgongdina farnu 4 árini. Eg merkti tó onga broyting, og tá eg ikki fekk mín gerandisdag at hanga saman, valdi eg at gevast og lata varaumboðnum sessin í býráðnum.
Tá Kristin so valdi at stilla upp aftur fyri Javnaðarflokkinum í ár, og tað so ofta verður sagt, at kritikkur av floksfeløgum skal haldast innanveggja, so vildi eg siga mína hugsan á RØTTUM stað, so vit kundu tosa um tingini. Á 3. uppstillingarfundi valdi eg tískil at siga tað, eg hevði á hjartað. Hvat stað er betri enn ein slíkur fundur at tosa um og loysa trupulleikarnar – tá eg ikki hevði følt, at tað hjálpti at siga tað við viðkomandi sjálvan? Ella hevði tað verið rættari at bara tagt og ongantíð loyvt sær at mótmælt? Nei, tað haldi eg ikki! Eg vildi, at hetta skuldi haldast inni í flokkinum og ikki alment, men seinastu dagarnar havi eg sæð fleiri fólk illgita og tulka veruleikan heilt øðrvísi enn tað, eg upplivdi, og tískil kenni eg meg noydda at her at greiða frá tí, ið hendi.
Tað, ið síðan hendi, hevði eg ikki væntað. Tá eg hevði sagt mítt, rýmdi Kristin Michelsen av fundinum. Vit fingu tískil ikki tosað um nakað.
Á sama fundi – áðrenn eg tók orðið, og Kristin rýmdi - tosaðu valevnini um, nær tey skuldu hittast. Tey avgjørdu at stovna ein bólk á facebook, har tey kundu samskifta. Seinni varð so boðað til fundar. Øll vórðu boðin við. At tey kanska áttu at ringt runt og tryggja sær, at øll møttu, ber til at siga í dag, men lætt er at vera eftirklókur. Úrslitið varð, at Kristin ikki hevði fingið boðini við. Hetta var sera óheppið, tí hann velur at tulka tað, sum var hann ikki boðin við. Hann var tó boðin við á jøvnum føti við hini valevnini. Har vóru ongi trøll á alljósum degi. Kristin VAR boðin við! ONGIN loyniligur fundur varð hildin. So er tann søgan avsannað!
Seinni vildi Kristin hava eina skrivliga váttan frá hinum valevnunum, at tann, ið fekk flestar atkvøður, eisini skuldi gerast borgarstjóri. Valevnini vildu ikki skriva undir av góðum grundum, tí hetta er ongantíð fyrr hent, at nakar skal skriva undir nakað, ÁÐRENN ein verður valdur inn.
Hereftir royndi Kristin at koma á Borgaralistan og stovnaði seinni sín egna lista. Alt hetta hendir, áðrenn hann fær boð um, at tá Javnaðarfelagið onki hoyrir frá honum, verður mett, at hann ikki longur er á listanum.
Kristin hevur so sanniliga eisini gjørt nógv gott fyri Tvøroyri, tað skal hann eiga, og vit hava eisini ofta verið samd um ymiskt, men framferðarháttur og manglandi javnaðarpolitikkur fingu meg at siga frá. At sita 14 ár sum borgarstjóri fyri Javnaðarflokkin og ikki at luttaka í fundarvirksemi hjá flokkinum (landsfundir, floksleiðslufundir), haldi eg eisini vera ógvuliga undrunarsamt.
Skúlaárið 2015-’16 búðu eg, maðurin og børnini í Havn. Hetta var bæði ein spennandi tíð, men tað var samstundis eisini ein strævin tíð, tí børnini trivust ikki har, og tískil fluttu vit suður aftur í mai 2016. Tað var fantastiskt at síggja, hvussu glað børnini vórðu at flyta aftur til Tvøroyrar. Tað er her, tey føla seg heima. Sjálvandi eru vit ósamd og ónøgd inn á ymisk viðurskifti, tað skal tað eisini vera pláss fyri – og serliga upp undir kommunuval!
Á Tvøroyri hava vit nærum alt, sum vit ynskja okkum fyri at trívast, og ikki minst so hava vit hvønn annan, og hóast øll eru so ymiskt, so er samanhaldið sera gott millum fólk, ið her búgva.