Hans Pauli Strøm,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Umsíðir er uppskotið hjá landsstýrinum um eina nýggja tvungna eftirlønarskipan fyri arbeiðsmarknaðin liðugt. Tað sigur landsstýrismaðurin S. P. í Grund í viðtalu við Dimmalætting týsdagin.
Og hvat bleiv so úrslitið ? Jú, so sum Óli Breckmann vildi hava tað, sum "fólkatryggingin", ið Fólkaflokkurin fór til val uppá fyri skjótt 4 árum síðani. Tað er niðurstøðan, sum kann gerast av tí svari, landsstýrismaðurin gav uppá fyrispurning í løgtinginum ónsdagin.
Øll samgongan tekur undir, sigur Sámal Petur...
Vit hava í skjótt trý ár hoyrt um ætlanina hjá landsstýrinum, har allir løntakarar skuldu tvingast til at gjalda upp móti 8-10% av lønini í eina eftirlønartrygging. Men hetta gjørdist beinanvegin eitt av teim nógvu klandursmálunum í samgonguni, sum onki hevur spurst burturúr. Tó, nú sigur so S.P. við Dimmlætting, at uppskotið er liðugt, og at "vit hava roynt at tilsnikkað tað, soleiðis at allir flokkar nú taka undir við tí". Tað má vera samgonguflokkarnarnar, hann meinar við, tí andstøðan ynskir hettar har piparið grør. S.P. roynir at undirstrika ta stóru semjuna: "Endaliga uppskotið fara allir samgonguflokkar at taka undir við".
...men tað er rúkandi ósemja um tað kortini !
Tað er ikki rætt, sum Sámal Petur sigur. Uppskotið hongur í leysum lofti. Tað er ikki politiskt grundarlag undir tí. Tað er ikki eingong viðgjørt politiskt í samgonguni. Tann hólmgongan er ikki byrjað enn. Hetta gjørdist greitt, tá ið undirritaði spurdi landsstýrismannin í løgtinginum ónsdagin. Og av samgongufólkum skilst, at uppskotið hevur bara undirtøku frá eini góðari helvt av samgonguni.
Fyrisitingin, bæði í Almanna- og heilsumálastýrinum og í Fíggjarmálastýrinum, situr altso á fjórða ári og arbeiðir við einum uppskoti, sum tað ikki er politiskt grundarlag fyri !
Løgtingið, almenningurin og fakfeløgini eru óviðkomandi...
Hvat gongur so hetta uppskotið út uppá, sum landsstýrið hevur sitið og bølt yvir í meir enn 3 ár ? Tað helt eg í spurningi mínum, at løgtingið, almenningurin og fakfeløgini høvdu krav uppá at fáa at vita. Nei, tað helt Sámal Petur bestemt ikki, her hevði ongin krav uppá nakað! Ikki fyrr enn einaferð teir í landsstýrinum eru lidnir og samdir - tá kunnu vit sleppa at síggja barnið. Jú, jú, sigur Sámal Petur, sjálvandi skal uppskotið til hoyringar, eisini hjá teimum sum tað handlar um, limirnir í fakfeløgunum. Men ikki fyrr enn alt er leyst og liðugt. Soleiðis er demokratiska mannagongdin, sigur Sámal Petur!
Ein kombinatión av samhaldsfasta og fólkatryggingini ?
Tann spennandi nýggjheitin í viðtaluni í Dimmu vóru annars orðini hjá Sámal Peturi, at "talan verður um eina kombineraða samhaldsfasta skipan og eina lívrentu- og kapitalskipan." Eg trúði, at landsstýrismaðurin nú bakkaði fyri tí stóra meirilutanum á løgtingi, sum vil hava ein samhaldsfasta skipan. Tí Sámal Petur skar hetta jú eisini út í papp í Dimmu: "Samhaldsfasti verður ein partur av tvungnu eftirlønini"!
Nei - tað var bara bluff ! Hetta er reinur fólkaflokspolitikkur !
Men tað gjørdist greitt av svarinum hjá landsstýrismanninum, at hatta var alt tað bera bluff ! Óivað slongt út fyri at sissa tjóðveldismenninar, sum byrja at fáa ringar nervar av at verða drignir eftir hári av Fólkaflokkinum - eisini í hesum máli.
Uppskotið, sum landsstýrið kemur við, snýr seg bara um eina tvungna uppsparingsskipan til eina privata eftirlønartrygging, sum løntakararnir skulu gjalda sjálvir. Jú størri inntøku, jú størri inngjald, jú størri skattafrádrátt, jú meira í rentu - og jú meira fært tú einaferð útgoldið í eftirløn. Akkurát sum Fólkaflokkurin agiteraði fyri á vári 1998. Nei, her er ikki rúm fyri nøkrum samhaldsfesti.
Hetta er so pensjóns- og eftirlønarpolitikkurin hjá landsstýrinum og samgonguni. Alternativið - sum eisini er tað ið fakfeløgini vísa á - er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, at styrkja bæði fólkapensjónina og samhaldsfasta munandi, so allir borgarar fáa eina sømiliga, javnstóra grundpensjón.