Klaksvíkingar fóru Dýra biðjudag úr Sarpugerði í góðum hýri. Bæði teir, sum fóru ígjøgnum bergholi til Leirvíkar, og teir, sum ferðaðust upp á gamla mátan og stutt undan dystarbyrjan umborð á útróðrarbátum vóru komnir skúmandi inn eftir Gøtuvík.
Leikliga avrikið hevði ikki verið nakað at reypa av. Men tað løgdu gestirnir, sum høvdu verið í Gøtu, vertin á. Tað ráddi um at fáa øll trý stigini, og tað eydnaðist.
Einasta málið fekk KÍ, tá ið seinna umfarið var stívliga hálvrunnið. Eftir diagonalt skifti úr høgru, var tað Hjalgrím Elttør, sum av brotsteigarmarkinum í vinstru og einar tíggju metrar frá baklinjuni sendi tvørtur um aftur. Bólturin skapp at ferðast framvið málinum og aftur um handara stólpan, har bólttryggi miðvallarin í høgru, Atli Danielsen, varð leysur og við knøunum og lørunum stýrdi bóltinum framvið Jacek Przybylski og í málið.
Hvørki GÍ málverjin ella Kartin Joensen í KÍ málinum høvdu aðrar uppgávur at síggja til. Tað vóru stutt sagt ikki aðrar royndir ímóti málinum teir 90 minuttirnar í góðveðrinum í Norðragøtu.
Fyrstu løtuna var Popczynski tvær ferðir um reppið at gerast leysur, men hann kendi ikki sína vitjunartíð. Í báðum førunum fór hann frá miðstrikuni og royndi at renna frá í hesum førunum ikki ov væl skipaðu verjuni. Í tí fyrra førinum varð møguleikin heilt góður, men Popczynski tøvdi eitt vet, og so megnaði skilagóði Jan Andreasen at skerma av. Í seinna førinum tøvdi Popczynski eitt sindur og fór til høgru, hann spældi ikki væl staddar viðspælarar, og so syrgdi KÍ verjan fyri, at møguleikin hvarv. Tíðliga í 2. hálvleiki fekk Popczynski gula kortið, tí dómarin metti, at hann hevði verið ov nógv sjónleikari, tá ið hann ? eftir at innlegg var komið úr høgru ? fór um koll í brotsteiginum. Og eina ferð seinni vísti venjarin aftur, at tað er fyrst og fremst hann, sum verður roknaður sum álopshóttan hjá GÍ. Eftir KÍ hornaspark!, fór GÍ í skjótt álop, verjuparturin hjá KÍ var illa skipaður, og tað eydnaðist akkurát at beina bóltinum til GÍ horna, áðrenn Popczynski kundi royna ímóti málinum.
Ove Nysted ? hóast hann spældi við sera smáum marginalum, so var hann stinnur í miðverjuni ? hevði tvær tær bestu KÍ royndirnar, umframt málið hjá Atla Danielsen. Í tí fyrra førinum sendi hann úr 73! metrum. Bólturin stakk í vøllin og upp um eitt sindur uttarlaga stadda málverjan, sum tóktist vera um ein háls, men bólturin dalaði niður í nettakið. Í tí seinna førinum royndi Ove at stúta frísparksinnlegg, men bólturin fór við síðuna av.
Munurin var í tyngdini og royndunum
Talan var um lítið av samanhangandi fótbóltsspæli. Heldur vóru tað oftast langar og/ella høgar sendingar og adressan var heilt ofta ókend. KÍ var eitt vet omaná. Serliga í 2. hálvleiki funnu teir viðhvørt betri hvønn annan, enn heimamenninir gjørdu. Klaksvikingarnir vóru betri fyri í nærdystunum, og tað sást, at spælararnir hjá KÍ høvdu væl fleiri royndir, enn gøtumenninir, sum ikki fyltu so nógv, og sum vóru sera strongdir, og harvið sparkaðu meiri, enn GÍ hevur gjørt øll tey árini, teir hava verið í bestu deildini.
Aftur hesa ferð høvdu skaðar við sær, at tað vóru blaðungir dreingir ? Símun Samuelsen, Símun Louis Jacobsen og Høgni Madsen ? sum royndu at stríðast ímóti Allani Joensen og hansara monnum á sentrala miðvøllinum, og sjálvandi sást tað á GÍ avrikinum, at Súni Olsen og Gidek ikki vóru tøkir.
KÍ spældi 4?4?2, og GÍ var í 3?5?2 útgangsstøðu. Hans Pauli Petersen var ytstur høgru megin, og Bárður á Lakjuni, sum var ein tann bólttryggasti av teimum gulu og noyddist at taka seg burturúr, tá nakrir minuttir vóru eftir, var ytstur vinstrumegin.
Símun Louis Jacobsen tóktist at hava sum høvuðsuppgávu at halda Allani Joensen burtur frá bóltinum, og setningurin hjá Poul Andriasi Jacobsen í verjuni var at hanga uppií Hjalgrími Elttør. Tjóðrið hjá lyklaspælarunum hjá KÍ var ikki langt, men hjá Hjalgrími var tað nóg langt til, at hann átti avgerandi fót á í sambandi við sigursmálið.
Tá ið KÍ var komið á odda, royndi GÍ at flyta fólkið fram, og tá hevði KÍ møguleikar í snarálopum, sum stóðust av, at GÍ misti í uppspælinum. Hjalgrím, sum var óførur at halda bóltinum frammi á vøllinum síðstu løtuna, var tvær ferðir tætt við, men honum eydnaðist ikki at skjóta.
GÍ?KÍ 0?1 (0?0)
0?1: Atli Danielsen 69.
GÍ: Jacek Przybylski ? Poul Andrias Jacobsen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? HansPauli Petersen, Símun Louis Jacobsen, Símun Samuelsen, Høgni Madsen, Bárður á Lakjuni (Hanus Jacobsen, 79.) ? Krzystof Popczynski, Magnus Skoralíð (Áslakur R. Petersen, 85.)
KÍ: Kartin Joensen ? Sámal Eyðfinn Akursmørk, Ove Nysted, Jan Andreasen, Harley Bertholdsen ? Atli Danielsen, Allan Joensen, Fríðin Ziskason (Símun Joensen, 71.), Arnold Joensen ? Hjalgrím Elttør, Eyðun Klakstein (Erling Fles, 67.)