Í allan morgun hava vit roynt at fingið greiðu á, hvat tað er, sum sker í Sandoyartunnlinum. Sum vit skilja á lagnum varð boðað frá eldi við Sandoyartunnilin sandoyarmegin. Eldur kom í eitt aggregat, og tí er sera nógvur roykur í tunnlinum.
Men tað er ringt at fáa nakran at siga nakað - hvørki løgreglan, sløkkiliðið, MRCC ella aðrir viðkomandi myndugleikar vilja fortelja um støðuna.
Nú skilja vit frá keldum og eygnavitnum, at ein tyrla er boðsend til Sandoyar. Í tyrluni vóru fleiri sløkkiliðsfólk/roykkavarar. Vit hava fingið váttað frá rætta myndugleika, at ein tyrla er boðsend, og sløkkiliðsbilar og fólk eru eisini við Teistanum.
In.fo fylgir málinum.