Tyrluvanlukkur kravt 14 mannalív

14 hermenn og sivilfólk doyðu, tá tríggjar tyrlur duttu niður í Afghanistan. NATO-leiðslan í Afghanistan sigur, at fýra fólk doyðu, tá tvær tyrlur stoyttu saman har suðuri í landinum.

Har vesturi í landinum doyðu sjey hermenn og trý sivilfólk, tá ein tyrla datt niður. 12 amerikanarar og 14 afghanar fingu skaða.

NATO-keldur siga, at í báðum førum var talan um vanlukkur, og at tyslurnar vórðu ikki skotnar niður. Men ein maður, sum segði seg umboða Taliban, hevur sagt, at tær tríggjar tyrlurnar vórðu skotnar niður.