Kai Havertz iðrar seg, eftir at hann brendi fyrsta týska brotssparkið í brotssparkskappingini móti Paraguay. Mynd: Franck Fife/Ritzau Scanpix

Týskir miðlar kalla HM-endaspælið eina fiasko

Týskir miðlar spara ikki upp á atfinningarnar, eftir at Týskland í nátt tapti fyri Paraguay og harvið varð sent úr HM-endaspælinum longu í 16-finaluni.

Kai Havertz iðrar seg, eftir at hann brendi fyrsta týska brotssparkið í brotssparkskappingini móti Paraguay. Mynd: Franck Fife/Ritzau Scanpix

Dysturin endaði 1-1 eftir bæði vanliga og longda leiktíð, men Paraguay vann 4-3 í brotssparkskappingini, har týskararnir brendu trý brotsspørk.

 

Stóra blaðið »Bildƒ lýsir týska spælið sum seint, keðiligt og lívleyst og kallar avrikið »pínligt«. Blaðið skrivar eisini, at talan er um »enn eina týska fótbóltsmarru«.

 

Miðlarnir Sport1 og Sportschau nevna úrslitið eina »fiasko«. Sambært Sportschau sviku týsku spælararnir um allan vøllin, og fáu ljósu løturnar kunnu ikki fjala samlaða samanbrotið.

 

Í einari viðmerking skrivar fótbóltsmiðilin Kicker, at tapið er »ein fallitterklering fyri týskan fótbólt – og Julian Nagelsmann«, sum er landsliðsvenjari.

 

Tapið merkir, at Týskland aftur hevur havt eitt miseydnað HM. Síðan heimsmeistaraheitið í 2014 hevur liðið bara eina ferð megnað at spælt seg víðari úr bólkaspælinum. Í bæði 2018 og 2022 varð Týskland sent heim longu eftir innleiðandi umfar.

 

Samstundis royndi týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, at ugga spælararnar.

 

– Hóast tað pínur verða útsligin – so var hetta ein stórur dystur. Tit hava við stríðsvilja og liðanda hugtikið land okkara. Vit eru errin av tykkum, skrivaði hann á sosialu miðlunum.

 

Kai Havertz iðrar seg, eftir at hann brendi fyrsta týska brotssparkið í brotssparkskappingini móti Paraguay. Mynd: Franck Fife/Ritzau Scanpix