Týskland er risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Veddararnir kunnu vinna eina krónu fyri hvørjar 100 krónur teir seta á týskan heimasigur í Kiel í kvøld

Klokkan 17.15 byrjar higartil størsti manslandsdysturin nakrantíð í føroyskari hondbóltssøgu. 

 

Hondbóltsrisin, Týskland tekur á heimavølli í Kiel móti Føroyum í tí fyrra av tveimum HM-undankappingardystum, har vinnarin sleppur til HM-endaspælið í Pólandi og Svøríki í januar 2023.

 

Sambært altjóða veddingarfyritøkum er Týskland risastórur favorittur til at vinna dystin í kvøld.

 

Gjøgnumsnitsoddsini uppá týskan sigur eru 1,01. Tað vil siga, at fyri hvørjar 100 krónur ein setir á týskan sigur ber til at vinna eina krónu. 

 

Gjøgnumsnitsoddsini uppá føroyskan sigur eru 20,85. Tó skal sigast, at fyri nøkrum døgum síðani vóru tey 44, og fyri nøkrum døgum síðani fingust eingi odds fyri týskan heimasigur, tí tá var tað sambært veddingarfyritøkunum givið, at Týskland vinnur dystin í kvøld. 

 

Her síggjast oddsini, nakrar veddingarfyritøkur hava strikað veddimálið:

 

##med2##

 

FM1 sigur beinleiðis frá HM-undankappingardystinum í Kiel. Byrjað verður at senda aftaná tíðindasendingina klokkan 16.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo