Týskland-Føroyar á FM1 frá klokkan 16.15

HM-undankappingardysturin í Kiel byrjar klokkan 17.15

Klokkan 17.15 byrjar higartil størsti manslandsdysturin nakrantíð í føroyskari hondbóltssøgu. 

 

Hondbóltsrisin, Týskland tekur á heimavølli í Kiel móti Føroyum í tí fyrra av tveimum HM-undankappingardystum, har vinnarin sleppur til HM-endaspælið í Pólandi og Svøríki í januar 2023.

 

Týskland er risastórur favorittur til at vinna dystin, og at vinna seg víðari til HM-endaspælið. Seinni dysturin millum Føroyar og Týskland verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn, páskaaftan klokkan 19.

 

FM1 sigur beinleiðis frá HM-undankappingardystinum í Kiel. Byrjað verður at senda aftaná tíðindasendingina klokkan 16.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo