Týsku heimsstjørnurnar hava í góðveðrinum í kvøld greitt sín setning á Tórsvølli. Eftir 1-0 leiðslu eftir 1. hálvleik vunnu týskararnir 3-0. Síðstu løtuna var avbjóðingin eyka stór, tí føroyingarnir vóru undirmannaðir eftir at miðverjin Atli Gregersen varð vístur av vølli fyri at hava gjørt brotsspark.
Símun Samuelsen, sum var viðmerkjari hjá Tróndi Arge á Rás2, helst, at tað serliga var í vinstru, at føroyska liðið var sannførandi:
-Viljormur Davidsen var framúr á vinstra vongverja, bæði í verjupartinum og í framrættaða spælinum, og Pól Jóhannus Justinussen í vinstra borði var eisini sera eyðsýndur. Hann gjørdi eingi mistøk, og við sínum máta at takla avbjóðingina tók hann nógv av trýstinum, sum verjan annars var undir, sigur Símun Samuelsen.
Viðmerkjarin heldur, at føroysku spælararnir ivaleyst serliga harmast um fyrsta málið.
-Tað verður stórur dentur lagdur á, at mótstøðliðið ikki skal fáa mál í deyðbóltsstøðum, og hetta málið skoraðu teir eftir hornaspark úr høgru. Í hesum førinum var verjan ov passiv.
LIÐUGT
0-3
90) 3 minuttir lagdir aftrat.
88) Føroyar hava ongantíð tapt meiri enn 3-0 ímóti Týsklandi. Nú stríðast 10 føroyingar ímóti 11 týskarum at halda tørn um 0-3.
Thomas Müller er farin út og Sam er komin á vøllin.
84) MÁL MÁL MÁL
0-3: Thomas Müller 84.
Eftir innlegg úr høgru. Tað sæst, at tað nú eru tíggju troyttir føroyingar ímóti ellivu týskarum.
79) Klose setur ikki met í málskjóting í dag. Hann er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Kruse.
76) Fróði Benjaminsen verður fluttur aftur í miðverjuna. Hallur Hansson verður skiftur inn á miðvøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst.
75)Schürrle er komin á vøllin í staðin fyri Draxler.
73) MÁL MÁL
0-2: Özil br 73.
BROTSSPARK
72) Atli Gregersen er vístur av vølli, tí dómarn metti, at hann hevði nýtt neyðbremsuna ímóti Thomas Müller. Dómarin dømir brotsspark, og Özil ger seg kláran á ellivu metra blettinum.
70) Hýrurin er góður kring vøllin. Áskoðararnir koyra á føroysku spælararnar, og føroyska liðið er eyðkent av sjálvsáliti, góðari verjuskipan og hugflogi í royndini at mynda álopsspæl, hóast týskararnir eru grammir á teimum.
68) Daniel Udsen og Jóan Símun Edmundsson fara av vøllinum, og inn koma Christian R. Mouritsen og Páll A. Klettskarð.
65) Trýstið er ikki so øgiligt. Hóast týskararnir hava bóltin mesta partin av tíðini, so eru vit framvið. Hesa ferð var tað í 2. hálvleiki eyðsýndi Christian Lamhauge Holst, sum royndi seg spískum í høgru, men Neuer bjargaði.
60) Klose hevur ikki havt møguleikan at seta metið. Nú hevði hann góða støðu, men linjuverjin veittraði fyri rangstøðu – av órøttum.
55) Týskararnir leggja trýst á, men føroyski verjuparturin er sera væl skipaður.
53) Pól Jóhannus er sera stinnur í høvuðspælinum í deyðbóltsstøðum, og nú hava hann og Christian Lamhauge Holst, David Udsen og Viljormur Davidsen spælt seg væl ígjøgnum í vinstru.
50) Atli Gregersen ger fríspark ímóti Klose, men Özil leggur bóltin við síðuna av stólpanum.
46) Í fyrsta álopinum roynir Christian Lamhauge Holst seg úr 21 metrum, men bólturin fer framvið málinum.
----
Føroyar geva bóltin upp. Jóannes Jakobsen sigur við sjónvarpið hjá Kringvarpinum, at Lars Olsen og hann eru nøgdir við, at týskararnir hava pláss í síðunum heldur enn inni á miðjuni. Har ræður um at vera tættir. Hugburðurin er avgerandi, og hann hevur verið góður, sigur Jóannes Jakobsen.
----
Teir eru farnir undir tak at rinda møðina, og lagið er framvegi s gott millum áskoðararnar, sum eru eygnavitni til Dávid móti Goliat í dýrdarveðrinum á Tórsvølli.
Týskland hevur verið greitt omaná, og fleiri ferðir hevur bólturin verið á træverkinum aftanfyri Gunnar Nielsen. Men málmunurin er bara 1-0, og harvið er tað framvegis lív í føroysku vónini.
Tíðliga í 1. hálvleiki hevði føroyska liðið tvær góðar royndir. Í fyrra førinum varð bólturin blokeraður, tá ið Fróði Benjaminsen royndi seg úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr vinstru, og í seinna førinum bjargaði Neuer uppi í nærra horninum, eftir at Pól Jóhannus Justinussen hevði smekkað til úr spískum í vinstru.
Símun Samuelsen, sum saman við Tróndi Arge sigur frá dystinum á Rás2 heldur, at føroysku spælararnir heilt víst sita við góðari kenslu, nú teir hvíla seg. Teir halda seg heilt víst hava møguleika at røkka góðum úrsliti.
----
HÁLVLEIKUR
0-1
45) ein minuttir lagdir aftrat.
44) Týskararnir eru sum flugur í og kring brotsteigin, men føroysku spælararnir vísa góðan hugburð og ofra seg, tá ið teir blokerað.
40) Pól Jóhannus Justinussen sær gult eftir fríspark ímóti Lahm.
38) Týskararnir hava skrúvað sjuntin frá aftur. Spurningurin er, um vit megna at halda tætt inntil steðgin!
35) Pól Jóhannus Justinussen temur væl, eftir málspark frá Gunnari Nielsen, og føroyingarnir samanspæla á miðjuni, men so vinna týskararnir bóltin, og hálvur møguleiki spyrst burturúr. Gunnar bjargar!
32) Føroysku spælararnir hava runnið nógv fyrsta stóra triðingin av tíðini, men tíbetur tykist tað sum um, at týskararnir hava skrúvað eitt sindur fyri. Ferðin er ikki so høg júst nú.
30) Føroysku spælararnir leggja ofta aftur til Gunnar Nielsen. Hann roynir seg við longum útspørkum fram í vinstru, har ætlanin er at raka Pól Jóhannus Justinussen. Tvær tær síðstu ferðirnar hava sendingarnar hjá Gunnari ikki verið neyvar.
Gunnar bjargar eftir innlegg úr vinstru og stútara frá Klose.
27) Eisini í verjupartinum eru týskararnir nærlagdir. Tá ið føroyska liðið endiliga megnaði at flyta bóltin fram um miðstrikuna, so var tað skjótt, at tað var púra tætt, og nú gongur alt fyri seg aftgur á føroysku hálvuni
23) MÁL MÁL MÁL
0-1: Mertesacker 23.
Týskararnir eru tolnir, og eftir at hava havt bóltin á stólpanum, fingu teir horna úr høgru, sum bar mál við sær. Málskjútti úr trimum metrum var Mertesacker.
15) Internetið arbeiðir ikki skjótt! Á vøllinum stríðast føroysku spælararnir, og týskararnir hava stóra yvirvág. Serliga er tað í høgru, at teir leypa á.
10) Klose er í høgru um reppið at taka málmetið, men Gunnar Nielsen bjargar við beinparadu til horna úr høgru, sum einki uttan málspark spyrst burturúr.
7) eftir uppspæl í vinstru endar bólturin á føroyska tvørtrænum, og í næsta állopið smekkar Pól Jóhannus Justinussen til úr vinstru. Neuer bjargar til horna uppi í nærra horninum, og einki spyrst burturúr hornasparksinnlegginum.
5) Týskararnir hava bóltin mesta partin av tíðini, og fyrsta skotið úr høgru fór dygst fram við handara stólpanum.
2) Føroyingar leggja bragdliga fyri. Jóan Símun spælir í vinstru til Pól Jóhannus, sum leggur innfyri, og Fróði Benjaminsen roynir seg úr góðari støðu, men týskararnir blokera í málteiginum!
1) Týskararnir geva bóltin upp. Teir eru í grønum troyggjum, hvítum buksum og grønum hosum. Føroyingarnier eru í hvítum troyggjum, bláum buksum og hvítum hosum.
Føroyar-Týskland kl. 19.45
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Daniel Udsen, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson
Týskland: Neuer – Lahm, Boateng, Mertesacker, Marcel Schmelzer – Kroos, Khedira, Özil – T. Müller, Klose, Draxler
Áskoðararnir stemma í, nú Tú alfagra land mítt ljómar. Sjáldan vísa oyggjarnar seg frá fagrari síðu eitt september kvøld, enn tær gera í kvøld!
Fólkið reisist, og nú ljóðar týski tjóðsangurin úr hátalarunum.
Týskararnir – bæði á vøllinum og á beinkinum – halda um herðarnar á hvørjum øðrum.
Lahm er týskur liðformaður og gongur á odda í teirra røð, og Fróði Benjaminsen er liðformaður og fremsti maður í føroysku røðini.
Bíðirøðin er framvegjs stór millum áskoðararnar, ið koma í síðstu løtu.
Tað er øgiliga tætt millum myndamenninar, sum fyrst og fremst miðja eftir týsku heimsstjørnunum. Ein, sum hevur serligan áhuga í kvøld, er Klose, sum í kvøld hevur møguleika at gerast besti málskjútti á týska landsliðnum nakrantíð.
Tað vera týskararnir, sum fara at seta dagsskránna, og tí veruleikanum hava vit innrættað okkum eftir. Tað ræður um at syrgja fyri, at tað er tætt millum keturnar, og at avmarka persónligu mistøkini so nógv, sum tað á nakran hátt ber til. Tað sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpinum, nú tað er minni enn eitt korter eftir, inntil fyrsta bríkslar ljóðar í Gundadali, har tað er summarveður, og har roðin so smátt er farin at síggjast á luftini.
Smádreingir bera FIFA flaggið og føroyska og týska flaggið inn á vøllin, og so rigga spælararnir til at koma inn á graslíkið.
Klokkan 19.45 verður fyrsta bríkslið á Tórsvølli millum Føroyar og Týskland. Spælararnir eru komnir á vøllin at hita upp, og áskoðaraplássini eru so smátt farin at fyllast. Tað er heitt á áskoðararnar um at møta í góðari tíð, og tað eru góðir møguleikar at hugna sær og njóta góða hýrin. Veðrið er gott, og tað er stilt og milt. Sólin er farin undir í høvuðsstaðnum, og ljósini eru tendrað á Tórsvølli.
Fjølmiðlafólkini eru ógvuliga mong, og tað er trongligt bæði undir taki og kring vøllin.