U-14 landsliðið í fótbólti til Skotlands

Seinni í hesum mánaðinum fer føroyska U-14 landsliðið í fótbólti at taka lut á stórari kapping í Skotlandi

Mánadagin 13. í hesum fer føroyska U-14 landsliðið í fótbólti til Skotlands at taka lut í stóru fótbóltskappingini Aberdeen International Football Festival, sum verður hildin í døgunum 13 - 20 juli.


Venjarin, Edvard Nielsen, hevur úttikið 16 leikarar til kappingina, og teir eru: Úr B71 Petur K. Nielsen, úr EB Marni Djurhuus, Sámal J. Samuelsen og Jón Danielsen, úr B68 Jan Ingi Petersen, úr NSÍ Andy Olsen, úr VB Heini Larsen, úr ÍF Hanus Eliasen, úr B36 Bergur Midjord og úr HB Gutti Harryson, Bjartur Lamhauge, Rani D. Christiansen, Eli Thorsteinsson, Rókur Jespersen, Esbern Patursson og Frank Poulsen.


Ferðalagið fer, sum sagt, til Skotlands 13. juli, og teir flúgva aftur til Føroya 20. juli við Atlantic Airways.