U-15 landsliðið hjá dreingjum er í Danmark í hesum døgum, har liðið luttekur í Brøndby Cup.
Higartil hava føroysku dreingirnir spælt tveir dystir í kappingini, og í gjár eydnaðist tað føroysku dreingjunum at fáa sítt fyrsta stig.
Stigið kom, tá Føroyar spældi 3-3 javnleik móti FC Helsingør. Málini fyri Føroyar í 3-3 dystinum í gjár skutu Leivur F. Guttesen, Kristian Krog Hentze og Jónas Warner.
Fyrradagin spældu føroysku dreingirnir eisini, tá teir møttu AB. Tá hilnaðist verri hjá føroysku dreingjunum, tí í dystinum móti AB taptu Føroyar 4-0.
Myndin omanfyri er av føroyska hópinum saman við føroysku landsliðsstjørnuni, Halli Hansson, sum spældi á Brøndby Stadion fyri AC Horsens í gjár. Hallur Hansson og liðfelagarnir spældu 2-2 javnleik.