Venjarin hjá U-19 landsliðnum hevur sent boð eftir seytjan leikarum, nú liðið skal til EM-undankappingina, sum verður í Póllandi frá 27. september til 3. oktober.
Hópurin skal koma saman seks ferðir áðrenn fráferðina, og tann fyrsti venjingardysturin hjá U-19 liðnum verður ímóti KÍ í Klaksvík hósdagin klokkan 19.45.
Hesir leikarar hava fingið landsliðsboð: Randi S. Wardum og Anna Joensen úr KÍ. Kristina D. Simonsen, Linda Weihe og Jytta Drangastein úr AB. Ása Christiansen, Ása Dam á Neystabø, Unn Kragesten og Elsa Maria Olsen úr B36. Doris í Garði Joensen, Rakul Magnussen og Mildrið Djurhuus úr EB/Streymi. Anja Klæmintsdóttir úr GÍ/B68. Sigrid Petersen úr ÍF. Heidi á Lakjuni og Jacoba Langgaard úr NSÍ og Mary-Ann Isaksen úr Skjold BK.