Eitt ár eftir HM-endaspælið í Algeria, fór føroyska U-20 manslandsliðið í hondbólti undir undankapping til EM. Fyrsta mótstøðuliðið var Litava, ið seinastu árini hava tikið seg nógv fram í manshondbólti.
Tíðliga í dystinum tóktist Litava eisini at fara at renna undan føroyingunum, tá ið Litava legði seg á odda við trimum málum. Men føroyska liðið skifti til eina ágangandi 3-2-1 verjuskipan, ið alt fyri eitt bøtti um støðuna.
Eftir lítlari løtu høvdu Føroyar fingið Litava aftur, og hálvleiksstøðan gjørdist 13-12 til Føroyar.
Seinni hálvleikur var púra javnur, og liðini fylgdust leingi. Føroyar høvdu møguleikan at leggja seg trý framum einu løtuna, men vóru ov óneyvir. Ístaðin gjørdist dysturin javnur aftur, og hetta helt sær til seinastu fimm minuttirnar.
Tá vóru tað tíverri litavar, ið høvdu neyðuga hepnið - millum annað við at tvey føroysk brotskøst vóru brend. Tí eydnaðist tað teimum at vinna dystin 26-24, og føroyingarnir kundu iðra seg um at hava mist sigurin eftir at hava víst gott hondbóltsspæl í longum løtum.