U15 genturnar vunnu báðar dystirnar móti Íslandi

Sigrið Hansdóttir skoraði 22 mál á ferðini

Mynd: HSF

Føroyska U15 landsliðið í hondbólti við gentum avrikaði framúr væl á ferðini til Íslands.

Leygardagin vunnu Føroyar 27-24 á Íslandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-13.

Ígjár endurtók føroyska liðið bragdið við at vinna 27-26 á Íslandi. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

Sigrið Hansdóttir var toppskjútti við 12 málum í fyrra dystinum, og við 10 málum í seinna dystinum.

Hanna Thomsen skoraði sjey mál í fyrra dystinum, og Fía Nolsøe var við fimm málum næstbesti málskjúttin í seinna dystinum.

Báðir dystirnir vóru leiktir í høllini í Safamýri í Reykjavík.

Kelda: HSF

Mynd: HSF