U15: Hópurin til Baltic Cup úttikin

Sigtór Petersen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum seinni í hesum mánaðinum skal til Baltic Cup í Estlandi

Í døgunum 24. til 30. august tekur føroyska U15-landsliðið við gentum lut í Baltic Cup 2021, sum verður í Tallinn í Estlandi. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Lettland og Litava eisini við í kappingini.

Sigtór Petersen er venjari hjá U15-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina í Estlandi.

Hópurin:

Miriam K. Johannesen, FC Hoyvík

Karin Justinussen, FC Hoyvík

Brá Zachariassen, FC Hoyvík

Marta Sofía Østerø, HB

Katrin Hansen, HB

Marjun Kristina Jansdóttir, HB

Bára Tórálsdóttir Poulsen, HB

Mira Bendix Laursen, HB

Ró Reginsdóttir, HB

Lea Mariusardóttir, EB/Streymur

Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ

Helga Mikkelsen, NSÍ

Ingrið Berg Rasmussen, Skála

Jakobina Bergsdóttir, Skála

Rósa Reginsdóttir, FC Suðuroy

Hildigunn Steinhólm, Víkingur

Anna Jørginsdóttir, Víkingur

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

Skráin (Baltic Cup 2021)

28. aug.: Lettland – Føroyar

27. aug.: Litava – Føroya

29. aug.: Føroyar – Estland