U16 gentur: Hópurin til UEFA kapping í Moldova úttikin

Jákup Mortensen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í UEFA menningarkapping í Moldova

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Jákup Mortensen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í UEFA menningarkapping í Moldova frá 9. til 18. mars

 

——————

 

Um eina viku, mánadagin 9. mars, setir U16 landsliðið við gentum kós ímóti Moldova, har liðið skal taka lut í UEFA menningarkapping.

 

Tríggir dystir eru á skránni. Hósdagin 12. mars spæla okkara gentur ímóti Malta, leygardagin 14. mars ímóti Moldova, og týsdagin 17. mars er mótstøðulandið Bosnia Hersigovina.

 

Jákup Mortensen er venjari hjá U16 landsliðnum við gentum, og hann hevur – saman við hjálparvenjaranum, Súna Jakobsen – úttikið 18 spælarar til kappingina í Moldova. Talan er um spælarar úr B36, FC Hoyvík, HB, KÍ, NSÍ, Skála og Víkingi.

 

Hópurin

Ester Vang, B36

Sigga Smæra Næs, B36

Hanna Jacobsen, FC Hoyvík

Anita Næss, FC Hoyvík

Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal, FC Hoyvík

Hanna Thomsen, HB

Rakul Madsen, HB

Petsy Káradóttir Nielsen, HB

Maria Bjarnadóttir, HB

Heidi Jacobsen, KÍ

Erla Joensen, KÍ

Rannvá Ryan, KÍ

Billa Martinsdóttir Justinussen, NSÍ

Vivia Lind Magnusardóttir, NSÍ

Lilja Dam Jacobsen, Skála

Malan Joensen, Skála

Eva Atladóttir, Víkingur

Miriam Stauss, Víkingur

 

Mynd: FSF