U16-landsliðið tapti við sjey málum

Í steðginum var bert eitt mál á muni

Mynd: HSF/Anton Højgaard

HSF skrivar:

 

- U16-menn: Ísland stinnari

 

Eftir ein tættan fyrra hálvleik, har støðan var 15-14 til Ísland, vóru tað íslendingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki og vunnu U16-vinardystin 31-24.

 

Talan var um ein sera ferðmiklan fyrra hálvleik, har bæði liðini vístu tenn, veruliga góvu seg í verjuspælinum og vístu flott kynstur í álopinum. Hjá Føroyum vóru tað serliga Jónas Fossabrúgv og Filip Wardum Ragnarsson, sum stóðu fyri tí nógva í álopinum, og gjørdu teir eisini ávikavist 10 og 7 mál í dystinum. Eftir eina góða føroyska byrjan, so var tað tó Ísland, sum var frammanfyri fyri tað mesta og var hálvleiksstøðan 15-14 til grannarnar.

 

Bæði liðini skiftu nógv út, og vóru flestu leikarar í spæl. Hetta er eisini fyrsti landsdystur hjá hesum leikarunum og sást tað í løtum í seinna hálvleiki, at teir eisini skulu læra hvønn annan at kenna, tá samspælið og time´ingin ikki altíð sat sum hon skuldi. Tað vóru eisini íslendingar, sum runnu undan seinastu løtuna og bleiv munurin sjey mál við 60 minuttir, 31-24. 

 

Liðini møtast aftur á Eiði klokkan 17 í dag. Skrivar HSF. 

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Jónas Fossabrúgv 10

 

Filip Wardum Ragnarsson 7

 

Danjal Maslyk 2

 

Filip Bendix Laursen 2

 

Rósing Toyt 2

 

Christian Dal Christiansen 1

 

Mynd: HSF/Anton Højgaard