U17 menningarkapping: Føroyar taptu 2-7 fyri Íslandi

Bosnia Hersogovina vann kappingina

Mynd: Finnur Justinussen

FSF skrivar:

 

Við einum sannførandi 5-1 sigri á Estlandi í síðsta umfarinum, vann Bosnia Hersigovina UEFA menningarkappingina, sum farnu dagarnar hevur verið í Føroyum

 

——————

 

Ein væl skipað og væl eydnað fýralandakapping kom seinnapartin mikudagin at enda, tá Ísland og Føroyar møttust á Tórsvølli.

 

Fyrr á degnum hevði Bosnia Hersigovina vunnu 5-1 á Estlandi, ið samstundis hevði við sær, at bosniarar vunnu UEFA menningarkappingina við 8 stigum.

 

Í dystinum millum Føroyar og Ísland skuldu okkara dreingir royna at fáa fyrsta sigurin í hús, og fyrstu løtuna sá eisini gott út. Tað vóru ikki spældir meir enn átta minuttir, so var støðan 2-1 til Føroyar. Málskjúttar vóru Andrew Poulsen og Emil Ludvig Jacobsen.

 

Men íslendarar høvdu munin, og tá avtornaði stóð 7-2 til Ísland á máltalvuni.

 

Bosnia Hersigovina fekk 8 stig, Ísland endaði á øðrum plássi við 7 stigum, meðan Estland og Føroyar fingu ávikavist 2 og 1 stig.

 

M Y N D I R

 

Næst á skránni hjá U17 dreingjunum er EM undankapping, sum verður í Onglandi síðst í hesum mánaðinum. Umframt Føroyar og Ongland, eru Ísrael og Estland eisini í bólkinum. Skrivar FSF. 

 

Mynd: Finnur Justinussen