VIDEO: Hákun skoraði fimm ferðir móti Landin

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Aalborg-Füchse Berlin 31-35 (15-16)

Tað eydnaðist Hákuni Westa av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin at vinna bólkafinaluna í bólki A í Champions League móti Aalborg 35-31. Í steðginum í dystinum í Gigantium í Aalborg var Füchse Berlin á odda 16-15.

 

Hákun var saman við Tim Freihöfer næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin. Teir skutu fimm mál hvør. Mathias Gidsel var við átta málum toppskjútti hjá Füchse Berlin. 

 

Berlinararnir hava 22 stig og hava vunnið innleiðandi bólkin. 

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Aalborg-Füchse Berlin 31-35 (15-16). Við 1:02 minuttir sæst Hákun skjóta eitt gott mál móti legenduni, Niklas Landin í Aalborg-málinum:

 

##med2##