U16 og U18 hjá dreingjum úttikin

Fótbóltur: U16 og U16 landsliðini við dreingjum spæla fleiri EM-undandystir hendan mánaðin

Landsliðini við U16 og U18 dreingjum, sum skulu til EM-undankappingar í hesum mánaðinum, eru nú úttikin.

Seinastu tíðina hava liðini vant og spælt dystir, og nú fyrireikingarnar ganga móti endanum, hava spælararnir, sum skulu við til ávíkavíst Týsklands og Hollands fingið boð.

Á U18 liðnum eru: Rógvi Jacobsen og Niclas Niclasen úr KÍ, Mannbjørn Nesá úr B68, Kári Sigvardsen og Mortan Hansen úr NSÍ, Magnus Poulsen, Jákup á Borg, Svenning W. Hansen, René Tórgarð og Herbert í Lon Jacobsen úr B36, Regin Petersen, Kristian E. Andersen, Eyðun Højgaard og Andrew av Fløtum úr HB, Mortan í Hørg úr Sumba, Eyðstein Jacobsen úr Royn, Vagnur Nolsøe úr TB, og Kristian Høgni Jacobsen úr Silkeborg.

Venjari hjá U18 landsliðnum er Jógvan Martin Olsen.

U18 liðið skal spæla sínr dystir í Heusenstamm í Týsklandi. Ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 18. oktober og kemur aftur 23. oktober. Á ferðini skulu tveir EM-dystir spælast. Tann 21. oktober kl. 15.00 spæla Føroyar móti Estlandi og tann 23. oktober kl. 15.00 móti Týsklandi.


U16 til Holands

Spælararnir, sum er úttiknir til U16 landsliðið, eru: Danny Rasmussen, Kristian Jensen, Pætur Dahl og Bjarni Arnason úr HB, Súni Olsen og Omar Pállson úr GÍ, Karstin Joensen úr KÍ, Áki Mørk, Klæmint Matras, Jóhan av Reyni og Bárður Johannesen úr B36, Ken Nónklett, Jan Nónklett og Sjúrður úr Skemmuni úr NSÍ, Kári Nielsen úr B71, Sjúrður Ellefsen og Eyðfinn Fjallsbak úr MB og Tóringar Akselsen úr SÍF.

Jógvan Martin Olsen er eisini venjari hjá U16 landsliðnum.

U16 liðið fer úr Føroyum longu komandi sunnudag og kemur aftur 17. oktober. Liðið skal spæla tveir EM-dystir í Gilzer í Hollandi. 14. oktober kl. 19.00 verður spælt móti Hollandi og tveir dagar seinni, tann 16. oktober, verður spælt móti Finlandi.