U17: Góð úrslit og avrik

Tveir sigrar, 2. plássið í bólkinum og nógvur lærdómur er úrtøkan hjá U17 gentunum eftir EM undankappingina á hesum sinni, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyska liðið undan dystinum móti Litava

Tveir sigrar, 2. plássið í bólkinum og nógvur lærdómur er úrtøkan hjá U17 gentunum eftir EM undankappingina á hesum sinni, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Genturnar hava verið hugagóðar og arbeiðssamar. Vit hava lært nógv av hesum dystunum og vit síggja eisini nógv aftur av tí, sum vit hava brúkt orku upp á til venjing. Soleiðis tekur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari saman um EM undankappingina hjá U17 landsliðnum við gentum í Litava farnu vikuna.

 

Føroyar løgdu fyri við einum søtum sigri móti litavsku vertunum í fyrsta dystinum, og hóast endaliga úrslitið 2-1 kundi givið ábendingar um ein javnan og spennandi dyst, so vóru føroysku genturnar greitt omaná.

 

– Vit vunnu 2-1, men sigurin kundi avgjørt verið størri. Vit vóru væl betri enn tær, betri skipaðar og betri á bóltinum, sigur landsliðsvenjarin um sigurin í fyrsta dystinum.

 

##med2##

 

Mál til Føroyar! Mynd: Luko Bartkaus nuotr.

 

Tríggjar dagar seinni spældu føroysku genturnar móti Moldova, sum frammanundan var lægst styrkismetta liðið í bólkinum. Og talan gjørdist eisini um ein trivaligan føroyskan sigur.

 

– Móti Moldova var ongin ivi um, hvat betra liðið var. Vit vunnu 6-0 og komu eisini til fleiri stórar málmøguleikar. Spælskipanin riggaði væl, vit pressaðu tær høgt og gjørdu okkum dælt av, at hinar vóru illa skipaðar, greiðir Eyðvør Jakobsen frá.

 

##med3##

 

Føroyski hópurin eftir stórsigurin móti Moldova. Mynd: Jan Djurhuus

 

Triði og seinasti dysturin var tí eisini eitt slag av finalu um fyrsta plássið í bólki B1. Mótstøðulandið Grikkaland var júst flutt niður úr A deildini og hevði frammanundan eisini vunnið stórt á bæði Litava og Moldova. Og hesaferð vóru føroysku genturnar eisini við undirlutan.

 

– Grikkarnir vóru betri enn vit á bóltinum og tær spældu sera skjótt. Vit føldu beinavegin, at tær vóru skjótar á okkum, og vit ikki høvdu nógva tíð á bóltinum. Í fyrra hálvleiki høvdu vit eisini ov nógva virðing fyri teimum, men eftir steðgin vóru vit grammari og komu í fleiri nærdystir, sigur landsliðsvenjarin um dystin, sum endaði 2-0 til Grikkaland eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Málini í teimum trimum dystunum:

 

Litava – Føroyar 1-2

 

0-1 Fríða Magnusardóttir Jakobsen, 21′

 

0-2 Eydna Dalheim Olsen, 30′

 

1-2 Patricja Penkauskaité, 84′

 

Føroyar – Moldova 6-0

 

1-0 Lea Tórarenni Johannesen, 12′

 

2-0 Eydna Dalheim Olsen, 13′

 

3-0 Helga Mikkelsen, 55′

 

4-0: Súsanna Laksáfoss Godtfred, 67′

 

5-0: sjálvmál, 71′

 

6-0 Helga Mikkelsen, 74′

 

Føroyar – Grikkaland 0-2

 

0-1 Argyro Fakinou, 21′

 

0-2 Michaela Gianni, 90+3

 

Niðanfyri sæst myndarøð frá dystinum millum Føroyar og Litava – myndirnar eru frá litavska fótbóltssambandinum.

 

##ms##

 

Føroyska liðið undan dystinum móti Litava