U17: Hópurin til kapping í Albania úttikin

Fróði Benjaminsen hevur úttikið hópin, sum fyrst í mai mánað fer til UEFA menningarkapping í Albania, skrivar Fótbóltssambandið

Mynd: (FSF) Fróði Benjaminsen er venjari hjá U17-landsliðnum

Fróði Benjaminsen hevur úttikið hópin, sum fyrst í mai mánað fer til UEFA menningarkapping í Albania, skrivar Fótbóltssambandið. Aserbadjan, Moldova og Albania vera mótstøðulondini, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum frá 30. apríl til 8. mai fer til Tirana í Albania, har UEFA menningarkapping verður á skránni.

 

Fróði Benjaminsen er venjari, og hann hevur nú úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar til kappingina í Albania.

 

Hópurin:

 

Jónas Nordendal, 07 Vestur

 

Torkil Skála, AB

 

Rói Høgnason Vang, AB

 

Sjúrður Henriksen, AB

 

Sebastian Gullfoss, B36

 

Bogi Kristiansen, B36

 

Sjúrður Saltá, B68

 

Leif Ellingsgaard, HB

 

Stefan Djumic, HB

 

Rani Josephsen, KÍ

 

Beinir Grønagarð, NSÍ

 

Pauli Rasmussen, Skála

 

Josva Signarsson, Skála

 

John Joensen, Skála

 

Aron Benjaminsen, Skála

 

Bogi á Reynatrøð, Víkingur

 

Jacob Bacalso, Víkingur

 

Arnór Brandsson, Víkingur

 

Skráin:

 

2. mai Føroyar – Aserbadjan

 

4. mai Moldova – Føroyar

 

7. mai Albania – Føroyar

 

Seinni í summar skulu U17-dreingirnir til NM í Finnlandi, og í november verður EM-undankapping í Kroatia, har Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Onglandi og Kosovo.

 

Mynd: (FSF) Fróði Benjaminsen er venjari hjá U17-landsliðnum