U17: Hópurin til NM úttikin

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur kunngjørt hópin, sum í komandi mánað skal umboða Føroyar til NM kappingina, sum verður í Finnlandi, skrivar Fótbóltssambandið

Fyrr í ár luttóku U17-dreingirnir í UEFA menningarkapping í Albania - Mynd: www.FSF.fo

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur kunngjørt hópin, sum í komandi mánað skal umboða Føroyar til NM kappingina, sum verður í Finnlandi, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tríggir dystir eru á skránni, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrst í komandi mánað fer til árligu NM kappingina, sum í ár verður í Finnlandi.

 

Ferðalagið fer av landinum týsdagin 1. august, og síðan verður fyrsti dysturin spældur fríggjadagin 4. august, tá Danmark er mótstøðuliðið. Annar dysturin verður móti Noregi sunnudagin 6. august, meðan plaseringsdystirnir verða spældir 8. august.

 

Dystirnir móti Noreg og Danmark verða spældir á Kimpisen Stadion í Lappeenranta. Fróði Benjaminsen er venjari hjá U17-dreingjunum, og hann hevur nú kunngjørt teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til NM 2023.

 

Hópurin:

 

Jónas Nordendal, 07 Vestur

 

Rasmus Helgason, 07 Vestur

 

Rói Høgnason Wang, AB

 

Sjúrður Henriksen, AB

 

Sebastian Gullfoss, B36

 

Torkil Árni Poulsen, B36

 

Sjúrður Saltá, B68

 

Dánjal Mørkøre, HB

 

Dávid Reynheim, HB

 

Jógvan á Lakjuni, ÍF

 

Rani Josephsen, KÍ

 

Kim á Tjaldrafløtti, KÍ

 

Beinir Grønagarð, NSÍ

 

Pauli Rasmussen, Skála

 

Josva Signarsson, Skála

 

John Joensen, Skála

 

Aron Benjaminsen, Skála

 

Erik Johansen, TB

 

Jósef Ólavsson, Víkingur

 

Arnór Brandsson, Víkingur

 

Skráin:

 

4. aug. Føroyar – Danmark (kl. 13:00)

 

6. aug. Føroyar – Noreg (kl. 18:00)

 

8. aug. Plaseringsdystir

 

Fyrr í ár luttóku U17-dreingirnir í UEFA menningarkapping í Albania - Mynd: www.FSF.fo