Liðið, sum skal umboða Føroyar í EM undankappingardystunum fyri U17 kvinnulandslið, sum verða í Føroyum í døgunum 13. til 15. mars, er úttikið.
Teir 16 leikararnir, sum eru úttiknir eru:
Katarina Høj, Neistin
Drós Ragnarsdóttir, Neistin
Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Hanna Hildebjartsdóttir Hansen, Kyndil
Magna Tórðardóttir, Kyndil
Annika Fríheim Petersen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Jancy Jacobsen, Stjørnan
Sonja Sirdal, Stjørnan
Tóra Eliasen, Stjørnan
Vár Højgaard Poulsen, StÍF
Beinta Bárðardóttir, GOG
Ida Nordfoss, HIK
Vár Højgaard Thomsen, Hjemly IE Hillerslev
Føroyar eru í bólki 2, saman við Russlandi, Kekkia og Íslandi. Dystirnir verða í høllini á Hálsi soleiðis:
Fríggjadagin 13. mars
Kl. 17.00 Russland – Kekkia
Kl. 19.00 Føroyar – Ísland
Leygardagin 14. mars
Kl. 17.00 Ísland – Russland
Kl. 19.00 Kekkia – Føroyar
Sunnudagin 15. mars
Kl. 17.00 Kekkia – Ísland
Kl. 19.00 Russland - Føroyar
Tvey lið fara víðari til EM endaspælið, sum verður í Makedonia í døgunum 13. til 23. august 2015.
Venjari hjá føroyska U17 kvinnulandsliðnum er Flemming Oliver Jensen og Bárður Johannesen er hjálparvenjari.