U17 tapti tepurt fyri Norra, meðan U19 vann á Íslandi

Bæði føroyska U17 og U19 landsliðini hava í dag spælt í NM kappingini, sum er í Føroyum . U17 landsliðið tapti 1-0 fyri Norra, meðan U19 landsliðið, sum er við vegna avboð frá Skotlandi, vann 3-1 á Íslandi á Svangaskarði.

 

Í Gundadali var U17 landsliðið væl við allar 80 minuttirnar, men teir taptu upp á eitt brotsspark, sum væl kundi verið sloppið undan. Tólv minuttir inn í seinna hálvleik kundi og skuldi føroyska verjan havt ruddað vekk, men bólturin endaði aftur inn í brotsteiginum, har ein føroyskur verjuleikari í eini roynd at verja fyri óneyðugt koyrdi ein norðmann umkoll.

 

Á Svangaskarði vann U19 landsliðið 3-1 á Íslandi. Sonni R. Nattestad, Tórur Justesen og Ragnar B. Tausen skoraðu málini fyri U19 landsliðið, sum reisti seg eftir 5-0 ósigurin á Danmark í gjár. Fyrr í dag vann

 

Í morgin hava liðini frí og so verður farið í gongd aftur hósdagin.

 

Føroyar - Norra: 0-1:(Liðugt) Gundadalur

0-1 Harald Holter, 52 (br)

 

Føroyar U19 - Ísland 3-1 (Liðugt) - Svangaskarð

1-0 Sonni Ragnar Nattestad, 32.min

2-0 Tórur Justesen, 45.min

3-0 Ragnar B. Tausen, 50.min

3-1 ??, 79.min

 

Danmark-Svøríki 1-3 (1-1)

 

Finnland-Ongland 2-4 (1-1)

 

Liðugt: Føroyar hevði eina roynt á norska málið við seinasta skotinum í dystinum, men norski málmaðurin bjargaði.

 

79.min Føroyar skifta út. Út fara Jógvan á Lag Jacobsen og Meinhard Olsen og inn koma Dan í Soylu og Levi Jøkladal.

 

74.min Norra hevur yvirtikið spælið og trýstir føroyska liðið langt aftur á vøllin. Verjan stendur sterk og megnar fyribils at rudda vekk.

 

68.min Føroyar hava havt tvey fríspørk, sum Hákun Edmundsson hevur sent væl innfyri, men norski málverjin vardi væl fyri.

60.min Føroyar roynir at fáa útjavnandi málið, men gestirnir eru vandamiklir upp á mótláop.

 

56.min Norra bjargar á strikuni. Hákun Edmundsson stútar eftir hornaspark. Føroyar hevu eisini gjørt eina útskifting afturat. Inn kom Jonh Frederiksen og út fór Jóannes Bjartalíð.

 

52.minMááállllll 0-1: Norra hevur lagt seg á odda við brotssparki. Føroyska landsliðið megnaði ikki at rudda vekk og so bleiv ein normaður feldur í brotsteiginum. Tað var um reppið at Elias Rasmussen bjargaði.

 

50.min Føroyar ger eina útskifting. Út fer Jóhannus Hansen og ikki kemur Steintór Fagradal.

 

45.min Norra hevur takið á spælinum, men Elias Rasmussen stendur stinnur í føroyska málinum.

 

41.min Norr ager tvær útskiftinar í hálvleikinum. Út fara Tor Andre S. Aasheim og Joachim Bjånesøy og inn koma Iver Fossum og Zymer Bytyqi. Føroyska liðið hevur onga útskifting gjørt.

Hálvleikur: Føroyska landsliðið hevur verið væl við í fyrra hálvleiki og havt tríggjar góðar royndir á norska málið. Sum hálvleikurin gekk, so kom norska liðið betri og betri við. Betuel Hansen mátti fara av vøllinum við skaða aftaná ein hálvtíma. Í hansara stað kom Aron Clementsen.

 

37.min Framvegis málleyst í Gundadali. Føroyska landsliðið er væl við.

32.min Út Betuel Hansen – Inn Aron Clementsen

 

Føroyar 4-1-4-1:

Elias Rasmussen - Benjamin Heinesen, Leivur Højgaard, Hákun Edmundsson, Absalon Eliasen - Jógvan A. á Lag Jacobsen(Dan í Soylu 79.min) – Betuel Hansen(Aron Clementsen 32.min), Jákup F. Hansen, Meinhard Olsen, Jóannes Bjartalíð(John Frederiksen 55.min) - Jóhannus Hansen(Steintór Fagradal 50.min)

 

Á bonkinum: Dánjal Godtfred, Emil R. Madsen, og Levi Jøkladal

 

Norra 4-1-4-1:

Per Kristian W. Bråtveit - Ola Lønn Jenssen, Ulrik Y. Jensen, Ivan Nasberg, Rasmus L. Martinsen - Harald Holter - Tor Andre S. Aasheim(Iver Fossum 41.min), Joachim Eriksen, Elias Skogvoll, Joachim Bjånesøy(Zymer Bytyqi 41.min) - Jan T. Aboubacar

 

Á bonkinum: Sondre løvseth Rossbach, Simen Olafsen, Morten Thorsby, Sakor Vajebah, Morten Å. Konradsen.