U17: Vóru aftanfyri við seks málum - megnaðu javnleik móti Noregi

Føroyska U17 manslandsliðið í hondbólti megnaði javnleik 27-27 móti sterkari hondbóltstjóð

Aftur í kvøld stóð føroyska U17-manslandsliðið í hondbólti fyri einum góðum avriki í European Open kappingini í Gøteborg.

 

Føroyar megnaðu í kvøld javnleik 27-27 móti Noregi, ið er ein sterk hondbóltstjóð.

 

Noreg var á odda við seks málum í seinna hálvleiki, men við góðum verjuspæli og einum góðum málmansavriki hjá Bjarna Jacobsen eydnaðist tað Føroyum at knógva eitt stig heim.

 

Jákup Egholm var aftur toppskjútti í kvøld, hesaferð við sjey málum. Jákup er toppskjútti í kappingini við 44 málum í seks dystum. 

 

Í morgin klokkan átta spæla Føroyar móti Belgia. 

 

Málskjúttar: Jákup Egholm 7, Rúnar Hammer 5, Magnus Árason 4, Fríði Holm í Innistovu 3, Haraldur Karlsson 2, Jógvan Andreas Lamhauge 2, Lýðar í Dímun 1, Jón Midjord 1, Filip Haldansen 1, Magnus Orri Rubek Carlsen 1.