U18 EM: Føroyar vunnu seg til ovara millumumfarið

Danmark og Pólland bíða í miðumfarinum

Mynd: Eurohandball

Føroyska U18 manslandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg í ovara millumumfarið í EM-endaspælium í Serbia.

 

Fyrr í kvøld leiktu okkara javnt 26-26 móti Eysturríki, ið var á odda 26-24 móti endanum av dystinum, men føroyingar knógvaðu javnleik.

 

Spania vinnur bólkin við seks stigum. Føroyar hava trý stig á øðrum plássinum, Finnland hevur tvey stig á triðja plássinum, og Eysturríki endar aftast við einum stigi.

 

Í millumumfarinum skulu Føroyar spæla móti Danmark og Póllandi. Føroyar fáa einki stig við sær í millumumfarið, tí okkara taptu fyri Spania sum fær tvey stig við sær í millumumfarið.

 

Dystirnir í miðumfarinum vera spældir mánadagin og týsdagin. 

 

Føroyar-Eysturríki 26-26 (12-13)

 

Føroyar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 5, Teitur Bogason 4, Hugin Halgirsson 3, Gabriel Skeel Árnason 3, Axel Holm Simonsen 3, Teitur Poulsen Hellisdal 3, Jóan Petur Mortensen 3, Jónas Fossábrúgv 2. 

 

Bjargingar: Micah Ragnarsson Wardum 11. 

 

Mynd: Eurohandball