U18 EM: Svøríki og Spania vunnu seg víðari úr okkara bólki

Føroyska U18 manslandsliðið skal nú spæla um at sleppa til komandi U19 HM-endaspælið og komandi U18 EM-endaspælið

Føroyska U18-manslandsliðið í hondbólti skal spæla í niðara millumumfarinum í EM-endaspælinum, ið er í Montenegro í hesum døgum.

 

Tað er greitt aftaná, at Føroyar taptu 25-35 (9-18) fyri Spania, og Frakland tapti 31-34 (16-19) fyri Svøríki.

 

Tað gevur hesa støðuna í innleiðandi bólki D: 

 

1. Spania220076 : 58184 stig
2. Svøríki220066 : 6064 stig
3. Frakland200264 : 75-110 stig
4. Føroyar200254 : 67-130 stig

 

Í morgin klokkan 15 spæla Føroyar og Frakland um at vinna stig við sær í niðara millumbólkin. Sum støðan er í bólki C nú vera tað Danmark og Slovenia, ið vera hini bæði liðini í niðara millumbólkinum. 

 

Eins og til U20-EM, so sleppa 11 tey fremstu londini til HM-endaspælið komandi ár, og 13 tey fremstu sleppa til EM-endaspælið fyri U18-landslið um tvey ár. So tað verður óannsæð nógv at spæla fyri hjá okkara monnum.