Føroyar - Litava 34-23 (18-14)
Seinasta samdøgrið snúði tað seg um hjá føroysku dreingjunum at lyfta høvdini upp aftur eftir óhepna ósigurin í gjár.
Hetta tóktist at eydnast væl, tí Føroyar løgdu út sum eitt óløgi móti Litava í morgun, og eftir fimm minuttum var støðan 5-1 til Føroyar, eftir fleiri væl eydnaði skjótálop.
Litava mundi meta Føroyar at vera sterkar, tí teir royndu ymsar taktiskar snildur frá byrjan av. Millum annað sóust teir royna seg við sjey-ímóti-seks spæli í longum løtum, eins og teir høvdu valt at mansverja føroyska spælskiparan og toppskjúttan Elias á Skipagøtu.
Hetta eydnaðist litavum rímiliga væl, tí tað eydnaðist teimum at minka um munin niður í eitt mál, miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Móti endanum av hálvleikinum høvdu føroyingarnir tó vant seg við at spæla við fimm ímóti fimm í álopinum, og fóru at draga frá aftur, so at hálvleiksstøðan gjørdist 18-14 til Føroyar.
Í seinna hálvleiki royndu litavar at minka um munin, men tá ið einir 15 minuttir vóru eftir skrædnaði fullkomliga hjá teimum, og føroyingar fóru at renna undan. Munurin øktist í hvørjum, og einasta ivamál var um hvussu stórur sigurin fór at verða.
Stórsigurin fekk so at enda úrslitið 34-23, eftir ein dyst har føroyingar vóru rætt og slætt nógv betra liðið.
Næsti dystur hjá U18-landsliðnum er hósdagin 16. august klokkan 11.00. Tá verður leikt ímóti Sveis. Vinnur landsliðið tann dystin, eru Føroyar og Sveis jøvn í stigum á øðrum plássi, ið gevur atgongd til hálvfinalur.
Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:
Hákun West av Teigum 7, Pauli Mittún 6, Heini á Heygum 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4, Tróndur Mikkelsen 4, Martin Danielsen 4, Pauli Jacobsen 2, Høgni Fríðuson Gaard 1, Julian Jónsson Kragesteen 1, Ivan Mrdalo 1, Dánjal Ragnarsson 1, Jónas Rasmussen 1
Málverjin, Pauli Jacobsen, var valdur til dagsins leikara.