Donsku og norsku U19-kvinnurnar stóðu fyri løtu síðani fyri mest spennandi dystinum í NEVZA-meistarakappingini á Hálsi í Havn, tá donsku kvinnurnar í fyrsta fimmsettaranum í kappingini vunnu 3-2 á Norra.
Norsku kvinnurnar løgdu betur út og vunnu 25-21 og 25-22 í teimum báðum fyrstu settunum, men so svaraði Danmark aftur við at vinna 25-15 og 25-20, so tað nú var 2-2 í settum. Í fimta setti vóru donsku kvinnurnar stinnari og vunnu tað 15-10 og dystin 3-2.
Fyrrapartin vunnu U19-kvinnurnar hjá Norra 3-1 sigur á Íslandi við settúrslitunum 25-19, 25-21, 20-25 og 25-17, og síðani vunnu norsku menninir 3-0 á teimum íslendsku, har settini endaðu 25-12, 25-10 og 25-13.
Fyrstu dystirnir hjá føroysku liðunum eru teir síðstu í dag, tí klokkan hálvgum seks spæla kvinnurnar ímóti Íslandi og í kvøld klokkan átta spæla menninir ímóti Íslandi.