Eitt rættiliga sterkt føroyskt U19-landslið hjá gentum spældi sín fyrsta dyst í EM-kappingini í Litava fyrrapartin.
Við lekarum sum Súnu Krossteig Hansen, Mariu H. Weyhe og Maritu Mortensen, ið allar vóru millum tær heilt frægu í SMS-deildini farna kappingarár, og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, ið fekk fyrsta dystin fyri donsku silvurvinnararnar, Herning-Ikast, fyrr í ár, koyrdi føroyska álopið væl í fyrra hálvleiki.
Tað var kortini trupult at steðga einum góðum og neyvum kekkiskum álopið, og Føroyar fóru inn í seinna hálvleik aftanfyri 15-14.
Nú eydnaðist heldur minni hjá føroysku gentunum, og við einum tíggju minuttum eftir, var munurin øktur upp í fýra mál til Kekkia.
Tað eydnaðist ikki føroyingunum at stríða seg inn aftur, og í staðin øktist munurin til endaliga úrslitið 33-25, ið var ein heldur stórur munur í mun til leikgongdina.
Føroyar eru í bólki við Kosova og Turkaland umframt Kekkia. Kosova og Turkaland spæla seinni í dag.
Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma í hálvfinaluna ímóti teimum tveimum fremstu úr hinum bólkinum, so har er framvegis nógv at spæla um, tá ið Føroyar spæla ímóti Turkalandi í morgin og Kosova hósdagin.