U19: Hópurin til EM-undankapping í Litava er úttikin

Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar til EM undankappingina, sum verður frá 10. til 19. apríl

 

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar til EM undankapping í Litava, sum verður frá 10. til 19. apríl

 

——————

 

Tríggir dystir eru á skránni, tá U19 landsliðið við gentum seinni í mánaðinum fer til EM undankapping í Litava.

 

Tann 12. apríl spæla Litava og Føroyar, tann 15. apríl Føroyar og Moldova, og triðji og síðsti dystur í kappingini verður 18. apríl, tá mótstøðulandið er Kosovo. Allir dystirnir verða spældir á Raudondvario Stadion.

 

Sigtór Petersen er venjari hjá U19 gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið skal umboða Føroyar í EM undankappingini. Skrivar FSF. 

 

Hópurin:

Jakobina Bergsdóttir, HB

Lý Gray Djurhuus, HB

Ró Gray Djurhuus, HB

Silja Ragnarsdóttir Trier, HB

Brá Zakariasardóttir, HB

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

Mirjam Skoralíð, Víkingur

Reima Isaksen, Víkingur

Rannvá við Streym, Víkingur

Karla Sjóstein, KÍ

Birita Mohr, KÍ

Helga Mikkelsen, NSÍ

Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ

Sofía Ejdesgaard Hansen, Skála

Ingrið Berg Rasmussen, Skála

Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)

Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)

Sara Benjaminsen, FC Nordsjælland (Danmark)

 

Dystaskráin:

12. apríl Litava – Føroyar (kl. 15:30)

15. apríl Føroyar – Moldova (kl. 10:00)

18. apríl Føroyar – Kosovo (kl. 10:00)

 

Mynd: FSF