U19-kvinnulandsliðið fekk flúgvandi byrjan

Við stórsigri ímóti Estlandi legði U19-landsliðið í kvinnuhondbólti væl frá landi í Challenge Trophy-kappingini í Georgia.

Føroyska U19-kvinnulandsliðið í hondbólti kom flúgvandi frá byrjan í Challenge Trophy-kappingini, sum hesa vikuna er í Tblisi í Georgia. Í fyrsta dystinum vunnu Føroyar fyrrapartin 26-16 á Estlandi, eftir 12-7 í hálvleikinum.

Eftir dystin bleiv málverjin, Annika Fríðheim Petersen, kosin besti spælari á føroyska liðnum. Tíverri fyri føroyska liðið, fór Katarina Høj út við skaða mestsum beinanvegin, men annars taldust allir útispælararnir millum málskjúttarnar.

Føroyar fóru beinanvegin framum og útbygdu sær leiðsluna allan vegin. – Sjálvandi eri eg nøgdur við at vinna, men í veruleikanum kundu vit gott vunnið enn meira sannførandi, tí vit lótu ov nógv mál fara inn, sigur landsliðsvenjarin, Flemming Oliver Jensen.

Innleiðandi spæla U19-kvinnurnar tríggjar dystir eftir trimum døgum, og í morgin klokkan 12, føroyska tíð, er næsti dysturin ímóti Armenia, og hósdagin klokkan fýra, somuleiðis føroyska tíð, spæla tær ímóti Belgia.

Føroyar-Georgia 26-17 (12-7)

Maria Halsdóttir Weyhe 5

Siw Matras 3

Guðrið Poulsen 3

Kristina Poulsen 3

Beinta Bárðardóttir 3

Tóra Eliasen 3

Magna Tórðardóttir 2

Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy 1

Jórun Bech Nielsen 1

Rannvá Dahl Hanusson 1

Hanna H. Hansen 1