U19 kvinnulandsliðið vann eisini seinna dystin móti Sámalandi

Næst á skránni hjá U19 kvinnulandsliðnum er Baltic Cup

Mynd: Jóhanna Thomsen, FSF

FSF skrivar:

 

Við einum teprum 1-0 sigri vann U19 landsliðið við gentum eisini seinni venjingardystin móti Sámalandi. Einsamalla málið skoraði Halla Morgan Ejdesgaard

 

——————

 

– Hetta vóru tveir góðir venjingardystir at fáa í januar mánað. Vit eru sjálvandi glað fyri at vinna, men úrslitið í hesum dystunum er ikki alt avgerandi. Vit fingu roynt ymiskt taktiskt, og eg eri sum heild væl nøgdur við tað, ið genturnar vístu.

 

Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum, sum leygardagin vann 1-0 í seinna venjingardystinum móti Sámalandi.

 

Einasta málið í dystinum skoraði Halla Morgan Ejdesgaard – við eitt sindur av hjálp frá sámiska málverjanum – tá ein stórur tími var spældur.

 

Fyrri dysturin móti sámum varð spældur hósdagin, og tá vann føroyska liðið ein rudduligan 7-0 sigur. Málini gjørdu Bjørk Akselsen, sum skoraði tvey, Brá Zakariasardóttir, Lý Gray Djurhuus, Karla Sjóstein, Jakobina Bergsdóttir og Eydna Olsen Dalheim.

 

Næst á skránni hjá U19 gentunum er Baltic Cup, sum verður í Lettlandi fyrst í mars, og síðani fara genturnar til EM undankapping í Litava, sum verður frá 12. til 18. apríl. Londini i bólkinum eru Føroyar, Litava, Kosovo og Moldova.

 

Í seinna dystinum hjá sámisku U19 dreingjunum á føroyavitjanini, vunnu sámarnir 8-0 á U18 liðnum hjá HB. Skrivar FSF.

 

Mynd: Jóhanna Thomsen, FSF