U19-fótbóltskvinnurnar hjá Føroyum hava í dag spælt javnleik ímóti Moldova í EM-undankapping, sum hevur verið í Finnlandi síðstu vikuna. Men tað var eitt vónbrot fyri føroyska liðið, at tað ikki lukkaðist at halda leiðsluna, sum tær høvdu, tí Moldova javnaði í yvirtíðini.
Fyrr í vikuni tapti føroyska liðið fyri Tjekkia og Finnlandi, men í dag gekk munandi betur ímóti Moldova. Føroyar løgdu seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki við máli, sum Maria K. Thomsen skoraði, men Moldova javnaði beint fyri hálvleik.
Føroyar høvdu fleiri royndir á málið enn Moldova, og í seinna hálvleiki løgdu Føroyar seg á odda 2-1 við brotssparki, sum Eyðvør Klakstein sendi í málið. Men tveir minuttir inn í yvirtíðina lukkaðist Moldova at skora, og tí endaði dysturin við javnleiki 2-2.