U19 landsliðini til Finnlands

Frá fríggjadegnum 28. oktober til sunnudagin 30. oktober luttaka U19 landsliðini fyri bæði kvinnur og menn í kappingini um NEVZA meistaraheitið

Frá fríggjadegnum 28. oktober til sunnudagin 30. oktober luttaka U19 landsliðini fyri bæði kvinnur og menn í kappingini um NEVZA meistaraheitið.

 

NEVZA, er norðurevropiska økið hjá CEV og fatar um norðurlond og Ongland. Kappingin fer fram í finska jólamannabýnum Rovaniemi. Ferðalagið við báðum liðunum fór av landinum í morgun og ferðast gjøgnum Keypmannahavn og Helsinki áðrenn leiðin verður løgd norður í kuldan í Rovaniemi.

 

Føroysku mennirnir eru í bólki 1 saman við Noregi og Danmark. Í bólki 2 eru Finnland, Ongland og Svøríki.

 

Føroysku dystirnir hjá monnum í bólkaspælinum:

 

Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30 Føroyar – Noreg

 

Fríggjadagin 28. oktober kl. 12:00 Føroyar – Danmark

 

Føroysku kvinnurnar eru í bólki 2 saman við Danmark, Svøríki og Onglandi. Í bólki 1 eru bert trý lið: Noreg, Ísland og Finnland.

 

Føroysku dystirnir hjá kvinnunum í bólkaspælinum:

 

Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30: Danmark – Føroyar

 

Fríggjadagin 28. oktober kl. 14:30: Ongland – Føroyar

 

Leygardagin 29. oktober kl. 07:00: Finnland – Føroyar

 

U19 liðið fyri kvinnur er mannað soleiðis:

 

Helena Skylv Hansen, Fleyr

 

Emma Michala Sannino, FleyrTóta Búadóttir, Fleyr

 

Milja Silvansdóttir, KÍF

 

Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir

 

Ingibjørg Sigridardóttir Müller, Mjølnir

 

Janna Falkvard, SÍ

 

Paula Nattestad Joensen, SÍ

 

Sofía Weihe Simonsen, SÍ

 

Sólfríð Poulsen, SÍ

 

Johanna Christiansdóttir, TB

 

Nicola Toftegaard, Ikast KFUM

 

Venjari: Kristian Mikkelsen

 

Hjálparvenjari: Annika á Stongum

 

Fysioterapeutur: Durita Rouch

 

Liðleiðari: Jónley Poulsen

 

U19 liðið fyri menn er mannað soleiðis:

 

Bjarni Joensen, SÍ

 

Filip Ilic, ÍF

 

Ólavur Johannesen, MjølnirFilip Simonsen, Fleyr

 

Matias Nolsøe Isaksen, Fleyr

 

Elias Ellingsgaard, SÍ

 

Árni Lamhauge Mohr, ÍF

 

Hørður Joensen, Mjølnir

 

Vuk Ilic, ÍF

 

Josaih Lukama, Mjølnir

 

Tóki í Haraldstovu, SÍ

 

Silas Poulsen, SÍ

 

Venjari: Boban Ilic

 

Hjálparvenjari: Christian Imhoff

 

Fysioterapeutur: Durita Rouch

 

Liðleiðari: Helga Nordendal

 

##med2##