U20 EM: Føroyar møta Fraklandi og Týsklandi

Dystirnir í millumumfarinum vera leiktir fyrst í komandi viku

Føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti vann seg víðari til ovara endaspælið í EM-endaspælinum í Rumenia.

 

Føroyar eru endaðar í millumbólki 1. Liðini sum manna bólkin eru Føroyar, Sveis, Týskland og Frakland.

 

Sveis og Týskland hava tvey stig við sær frá innleiðandi bólkaspælinum, meðan Føroyar og Frakland einki stig hava.

 

Føroyar spæla móti Fraklandi, mánadagin klokkan 15, og móti Týsklandi, týsdagin klokkan 17.30.

 

Fólk kunnu stroyma dystirnar á Portalinum, og frásøgnin hoyrist á FM1.